Rætta brekini so hvørt

Vanliga nýtist eitt blackout ikki at merkja, at eitt skip ikki er ført fyri at manøvrera, tí høvuðsmotorar, róður og aðrar týdningarmiklar funktiónir kunnu framvegis verða virkin.

Tað staðfestir Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum í svari sínum til Jaspur Vang, løgtingsmann, sum hevur spurt hann, hvat hvørja støðu hann hevur til, at Smyrli av og á liggur meiri ella minni uppsteðgaður.

Johan Dahl sigur, at somuleiðis er ein neyðskipan sum tryggjar, at elveitingin aftur verður til tey mest týdningarmiklu tólini umborð. Harafturat er ein 24 volt skipan umborð sum tryggjar, at skipið kann manøvrera og sigla við niðursettari ferð, meðan høvuðselveitingin ikki er virkin.

- Innan 10-40 sekund skal neyðgeneratorurin vera startaður, og partur av elveitingin vera tøk. Eftir hetta kunnu so tey ymsu tólini aftur setast í gongd soleiðis, at skipið aftur kann manøvra við fullari kraft, og tekur hettar vanliga millum 5 og 10 minuttir.

Johan Dahl sigur, at síðani Smyril varð settur í sigling, hevur hann havt seks blackout, umframt ein annan tekniskan trupulleika.

Tvær ferður lá hann við bryggju og fýra ferðir var hann í sigling. Og so hvørt, sum brek eru funnin, eru tey rættað, so at tey ikki henda aftur.

Les eisini greinina: Veit ikki nær trupulleikin við Smyrli er loystur