Heimskreppan hevur rakt okkum, og danska fíggjareftirlitið er farið til verka. Hetta hava vit sæð fyrr, og tá lá alt okkara land í skeljasori eftir at teir høvdu herjað. Teir settu peningastovnunum so stór krøv til avskrivingar, at størsta inntøkan hjá hesum stovnum í fleiri ár vóru afturíkomnar avskrivingar. Men vit mistu túsundtals av fólkum okkara, sum svárur saknur er í nú.
Tað sum nú er at gera, er at løgtingið kemur saman á fund og samtykkir, at hetta er nakað, sum vit ikki vilja lata okkum lynda enn einaferð, og at vit tí nú loysa Føroyar frá Danmarkar ríki.
Ongantíð hevur tað ligið so væl fyri sum nú.
Oddamenninir í stjórnunum í Føroyum og Danmørk eru í sama politiska flokki. Teir kunnu tí sum felagar koma til sættis um, á hvønn hátt vit kunnu samstarva í sátt og semju í ókomnum tíðum til frama fyri báðar partar.