Rættarmálið byrjað

Tað er trongt í rættarsali 1 í Føroya Rætti í dag.

Upprunaliga skuldi rættarmálið byrja klokkan 9.15, men klokkan var næstan 10, áðrenn nevningarnir komu í rætarsalin, har teir vórðu svornir í eið.

Síðani vórðu teir tólv nevningarnir og teir tveir supplantarnir sendir í eitt rúm fyri seg, at velja ein formann ella talsmann.

Av teimum tólv nevningunum eru átta kvinnur og fýra menn, og báðir supplantarnir eru kvinnur.

Tíðin annars hevur gingið við at greiða nevningum og áhoyrarum frá, hvussu fólk eiga at bera seg at í sambandi við rættarmálið.

Í førum sum hesum, er ikki bert talan um supplantar til nevningarnar, men eisini er ein annar dómari til sakarmálið.

Fyrsti dómari er Henrik Møller, og annar dómari er Anna Eiriksdóttir.

Ákæriritið verður nú lisið upp, og tað umfatar eina røð av sviki við visakortinum hjá Pidda fyri tilsamans smáar 70.000 krónur.

Eisini var kroatin ákærdur í fyrsta lagi at hava gjørt av við Pidda við slagi av onkrum slag, og í øðrum, triðja og fjóra lagi at hava gjørt av við Pidda einsamallur ella saman við øðrum.