Rættarmálið ímóti Mubarak útsett

Ahmed Rafaat, sum er dómari í rættarmálinum ímóti fyrrverandi egyptiska forsetanum Hosni Mubarak, gjørdi í dag av at útseta málið í tríggjar vikur. Samstundis gjørdi hann av, at rættarmálið ímóti fyrrverandi innanríkisráðharranum Habib al-Adly skal avgreiðast saman við málinum ímóti Mubarak.

Harafturat gjørdi dómarin av at avmarka møguleikarnar hjá sjónvarpinum at vísa myndir av fyrrverandi forsetanum, sum lá á børu í rættarhølinum. Egyptiska sjónvarpið hevur sent beinleiðis frá rættarfundunum, og verjarnir hjá Mubarak høvdu biðið dómaran avmarka møguleikarnar hjá sjónvarpinum at taka myndir av gamla forsetanum. Nakrir av verjunum róptu "Guð er stórur", tá dómarin kunngjørdi, at málið var útsett, og at sjónvarpið skuldi sløkkja síni myndatól.

Verjarnir høvdu biðið um minst ein mánað til at fyrireika seg.