Rættiligt liðavrik

Landsstýrismaðuri heldur viðgerðina hjá Trivnaðarnevndini vera fyrimyndarliga. Tingmaður heldur, at umsitingarliga orkan hjá løgtinginum kann avmarka eins drúgvar viðgerðir í øðrum málum

Tað munnu óivað vera tey fægstu, sum ómaka sær at seta seg inn í løgtingsmálið nr. 10 fyri 2004 um barnaverndarlóg. Málið er ógvuliga drúgt, men er endað við einari breiðari semju.
Barnaverndarlógin hevur verið leingi ávegis. Málið hevur ligið á borðinum hjá Trivnaðarnevndini í næstan fýra mánaðir. Men tá hinir løgtingsmenninir fingu lógaruppskotið aftur úr nevnd vóru heili 63 broytingar framdar av einari samdari nevnd. Tað hoyrir við til søguna, at jólini og nýggjár hava útsett viðgerðina nakað.
Flyta avgerð
Trivnaðarnevndin hjá Føroya løgtingi er mannað við Jørgen Niclasen, formaður, Finnur Helmsdal, næstformaður, Andrias Petersen, Lisbeth L. Petersen, Johan Dahl, Annita á Fríðriksmørk og Bill Justinussen. Teirra millum hava bert Lisbeth L. Petersen og Finnur Helmsdal ikki verið landsstýrisfólk. Tað er ikki gott at vita, um hetta er orsøkin til, at Trivnaðarnevndin hevur lagt so bragdliga fyri. Ì øllum førum hevur nevndin tikið tað á seg punkt fyri punkt at gera viðmerkingar og broytingar til barnaverndarlógina, soleiðis at tað fyri ein stóran part var nevndin og umsitingin hjá løgtinginum, sum í størri mun enn áður stóð fyri lógarsmíðinum.
Nevndin hevði sín fyrsta fund um málið 27. oktober. Lógaruppskotið var fyri á ikki færri enn tíggju fundum hjá nevndini. Landsstýrismaðurin var boðsendur fleiri ferðir, og dúgliga varð skrivað aftur og fram millum nevndina og Almanna- og heilsuráðið.
Fyrimyndarligt lógarsmíð
Undir viðgerðini á tingi vóru tað ikki allir tingmenn, sum vóru eins glaðir fyri tær 63 broytingarnar, Trivnaðarnevndin var komin við. Hildið varð millum annað, at broytt var bert fyri at broyta. Men allir nevndarlimirnir og eisini onnur tingfólk reistust úr djúpu stólunum í tinginum fyri at prísa lógini.
Eisini landsstýrismaðurin fagnaði uppskotinum - og ikki minst trivnaðarnevndini.
- Eg eri øgiliga glaður fyri leiklutin hjá trivnaðarnevndini í hesum málinum. Hetta er ein fyrimyndarligur máti at arbeiða uppá, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann heldur ikki, at viðgerðin hevur verið ov drúgv.
- Jólini og nýggjár fóru við nógvari tíð, men eg haldi uppskotið er vorðið tað betri av teirri longri viðgerðini, sigur Hans Pauli Strøm.
Málið hevur verið á politisku dagsskránni í skjótt tíggju ár, tí gamla barnaverndarlógin er elligomul.
Hann heldur, at aðalendamálið í upprunaliga uppskotinum er varðveitt eftir
- Umsitingin í Almanna- og heilsuráðnum hevur røkt sína uppgávu til fulnar. Eitt lógaruppskot er lagt fyri løgtingið, sum síðani hevur valt at viðgera málið. Broytingarnar so hvørt eru gjørdar av mínari umsiting. Hetta er júst soleiðis tað eigur at vera, sigur Hans Pauli Strøm.
Kann elva til misskiljingar
Næstformaður í Trívnaðarnevndini, Finnur Helmsdal úr Tjóðveldisflokkinum, er fegin um tað endaliga úrslitið. Men hann sigur seg rokna við, at lógin fer at elva til nøkur óheppin viðurskifti.
- Tað besta hevði verið, um talvan varð vaskað rein, eftir at vit høvdu gjørt okkara viðmerkingar, soleiðis at lógin varð smíðað av nýggjum heldur at taka broytingarnar hjá nevndini við. Tað er trupult at fáa allar fylgjurnar við, sum vit ætlaðu á henda hátt, sigur Finnur Helmsdal.
Men hann heldur tað endaliga úrslitið vera á góðari leið.
Løgtingsmaðurin heldur tað vera ein fyrimun, at Trivnaðarnevndin hevur verið so virkin í lógararbeiðinum í hesum málinum.
- Í nógvum málum eru løgtingsnevndirnar ikki nóg virknar. Løgtingið og løgtingsnevndirnar eru ein partur av teirri demokratisku tilgongdini, sigur Finnur Helmsdal.
Men ein aktiv trivnaðarnevnd krevur nógv av umsitingini hjá løgtinginum. Finnur Helmsdal heldur at avmarkaða umsitingarliga orkan lættliga kann avmarka, hvussu oftani tað ber til hjá einari løgtingsnevnd at nýta so nógva orku upp á eitt einstakt mál.
- Vandin við at ein nevnd luttekur somikið nógv í einum máli, at tað kann enda við einum hurlivasi, tá broytingar og upprunalógin ikki samsvara. Tað hevði verið best, um tann, ið smíðar lógina, samskifti við viðkomandi partar og við avvarðandi løgtingsnevndina, sigur Finnur Helmsdal.
Í brævi til Hans Paula Strøm, dagfest 20. desember 2004, fílist Finnur Helmsdal hvassliga á hugburðin hjá Hans Paula Strøm í sambandi við arbeiðið hjá Trivnaðarnevndini at gera broytingar í lógaruppskotinum. Men støðan er nú vorðin betri.
- Luftin var ring at byrja við, men støðan gjørdist betri seinni, sigur Finnur Helmsdal.
Hans Pauli Strøm sjálvur sigur seg ikki skilja viðmerkingar hjá Finni Helmsdal um, at tað var annað enn eitt gott konstruktivt samband millum landsstýrismannin og nevndina.
Drúgva lógarsmíðið er nú liðugt, og ein nýggj barnaverndarlóg hevur sæð dagsins ljós.
????
FAKTA

Trivnaðarnevndin hevði barnaverndarlógina á skránni á ikki færri enn tíggju fundum. Hin fyrsti varð hildin 27. oktober 2004, og tann síðsti varð hildin næstan fýra mánaðir seinni, hin 23. februar.

Í viðgerðini av barnaverndarlógini hevur Trivnaðarnevnd løgtingsins havt fund við:

Hans Paula Strøm, landstýrismann.
Føroya Kommunufelag
Kommunusamskipan Føroya
Sosialu deild Tórshavnar Kommunu
Socialráðgevarafelagið
MBF
Kommunulæknafelagið
Barnaverndina/Sosialu deild Runavíkar Kommunu

Harumframt eru heili nítjan nevndarskjøl í málinum. Ein stórur partur er samskifti millum nevndina og Almanna- og heilsuráðið.

Árið málið kom fyri hjá Trivnaðarnevndini hevur tað verið til hoyringar hjá nógvum pørtum, millum annað Østre Landsret, Justitsministeriet, Domstolsstyrelsen, Sorinskrivaranum, og Føroya Kærustovni.