Rættiligur hátíðardámur í Sumba

Í Sumba verður nógv gjørt burtur úr føstulávint, sum verður hildið leygardag og leygarkvøld

Hóast nógvar bygdir og oyggjar eru minkaðar í fólka­tali, verða traditiónir kortini hildnar við líka.
Í Sumba verður soleiðis nógv gjørt burtur úr føstu­láv­int, og soleiðis var eisini í ár.
Her var tunnusláing, og í Sumba er tað ikki bara sum at siga tað.
Nú plaga vit at siga, at sumbingar eru tiltiknir sterk­ir, og tí er eisini væntandi, at tunnur, sum verða slignar í Sumba, tá slíkt tiltak er í bygd­ini, eru serliga sterkar og væl stúvaðar.
Hvør maður er í búna, og hvør maður hevur sín serliga gassa.
Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, er rættiigur hátíð­ar­dámur í Sumba ein slík­an dag.
Merkið veittrar í húnar hátt, og føroysku flagglitirnir síggj­ast aftur í búna og vakurt málaðum gassa.
Eftir tunnuslátturin verð­ur skipað fyri borðhaldi, og er tað nakar, sum dugir at hugna sær við ein slíkan dag, eru tað bygdarfólkini og tey, sum leita sær til Sumbiar at hugna sær saman við teim­um.
Jú, føstulávint er enn ein dagur, sum verður hildin víða um í bygdum og oyggjum okkara.
Í størru kommununum, har føstulávintstiltøkini meira eru vend móti børn­unum, er vanligt, at skipað verður fyri tunnusláing í barna­gørðum og skúlum.
Tað eru eisini fleiri arbeiðs­pláss, sum skipað fyri tunnusláing og føstulávintsveitslu.