Eg havi eftirhondini verið nakrar ferðir spurdur um ymiskt av fjølmiðlafólki, tey hava altíð ringt áðrenn og spurt, um eg vil siga nakað, og sagt hvat tey ætla at spyrja um. Á henda hátt veit man, hvat tey vita, og kann so eisini rætta tað, sum møguliga ikki er rætt, áðrenn tað kemur alment út.
Tað, sum hendi í hesari sendingini, ið Jákup Magnussen stendur fyri var, at har bleiv sagt ymiskt, sum er beinleiðis skeivt.
Tey søgdu, at vit bara vilja saman við Tórshavnar kommunu, fyri at fáa tey at gjalda alt møguligt, sum okkum mangla í bygdini.
Tey nevndu millum annað: vatnreinsiverk, sparkivøll og asfalt á vegirnar.
Eg kann her upplýsa, at vit fyri fáum árum síðan fingu sparkivøll, seinasta summar varð vatnreinsiverkið liðugt, í summar blivu vegirnir inni í bygdini asfalteraðir, og helvtin av trappunum oman í fjøruna umvældar. Hin helvtin verður gjørd næsta summar.
Eisini hava vit góða sløkkiútgerð í bygdini.
Eitt annað, sum ikki er komið fram, er at Stóra Dímun hoyrir til Skúvoyar kommunu. Stóra Dímun hevur eisini vatnreinsiverk.
Vit skilda onki, so tað er heldur ikki fyri, at fáa onnur at gjalda gamla skuld fyri okkum.
Vit eru í gongd við eini ætlan um kloakkirnar, so tað rokna vit eisini við at fáa í ordan.
Tað er sera vánaligt av Jákupi Magnussen at velja hatta til evni í sendingini, og ikki seta seg so mikið inn í tað, at hann veit, hvussu støðan er í kommununi.
Eg haldi Jákup Magnussen skyldar okkum at taka hetta upp aftur í næstu sending, um ikki annað so mikið, at hann rættar hasi ósannindi.