Rættleiðing til Elmar Højgaard á Vaktar- og Bjargingartænastuni

Elmar Højgaard sigur beinleiðis ósatt í viðmerkingunum við Sosialin 28 januar 1999 um, at tilboðið úr Kina er óbroytt í mun til upprunatilboðið

Elmar Højgaard sigur beinleiðis ósatt í viðmerkingunum við Sosialin 28 januar 1999 um, at tilboðið úr Kina er óbroytt í mun til upprunatilboðið.

Høvuðsbroytingarnar umfata m.a. trý eykakrøv frá Vaktar- og Bjargingartænastuni, sum nú eru við í broytta tilboðnum. Hesi umfata »External fire fighting system« ? »Painting schedule« ? »Anti rolling system«.

Somuleiðis er nú øll tann nautiska- og kommunikatións útgerðin frá Furuno, Skanti og líknandi, oyramerkt í broytta tilboðnum til US$ 1,4 mill., sum eru einar kr. 9 milliónir, og er hetta í tráð við krøvuini hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni.

Í broytta tilboðnum er nú eisuni viðmerkt, at høvuðstalvan »Main switchboard« er úr Skandinavia. Greitt verður eisini frá, at so at siga øll onnur útgerðin er úr Skandinavia.

Tað fasta og bindandi tilboðið úr Kina, sum er upp á íalt US$ 11,3 mill. ? uml. kr. 72,5 milliónir ? ið er nágreinuliga lýst í skrivi frá Kina 21.01.1999 ? umfatar allar omanfyri nevndu broytingar og líkur annars øll krøvum sambært teknisku specifikatiónini fyri projektið.

Sostatt skuldi alt tað tekniska verið í lagi fyri á einum tryggum grundarlagi at bygt í Kina ? Fyri at tryggja seg enn betur vantar nú bara at fáa ein góðan advokat, við skili fyri skipabygging á altjóða støði, at tvinna allar endarnar saman í einum tryggum byggisáttmála.

Sostatt verður við hesum allur pástandur frá Elmar Højgaard um, at tilboðið úr Kina ikki er gott nokk, hansara pástandur um at eingin broyting er í tilboðnum og eisini hansara pástandur um, at hann einki sum helst hevur havt við Maretec á Argjum at gera í hesum sambandi, afturvístur.? um neyðugt kann hetta dokumenterast.