Rættleiðing til tíðindaflutning

Í tíðindunum í ÚF sunnumorgunin 10. nov. varð upplýst, at tað almenna við sínum avgjaldspolitikki á brennievni hevði verið við til at økja um CO2 dálkingina. Hetta skuldi stava frá, at dieselolja til bilar var munandi bíligari enn bensin. Útvarpsmaðurin visti at siga, at dieselbilar dálkaðu munandi meira enn bensinbilar.

Nú kann eg bara úttala meg um persónbilar, og tá er niðurstøðan tíbetur tann øvugta.
Tað er nógv ið talar fyri, at dieselbilar dálka munandi minni enn bensinbilar, tá ið talan er um CO2- útlát.
Hesi brotini úr tíðindaskrivum frá ávikavist Det Økologiske Råd og FDM tala fyri seg:
"Dieselbiler har en betydelig bedre energieffektivitet end benzinbiler, og det kunne derfor være en idé at fremme udbredelsen af dieselbiler gennem afgiftsmæssige tiltag."
"Energiforbruget er 22 procent lavere for en ny dieselbil end for en ny benzinbil. Til gengæld udsender en dieselbil uden filter langt flere af de farlige fine partikler end en benzinbil."
"Det gælder om at sende et stærkt signal til producenterne om, at nu skal de se at få de filtre på. Når det er sket, er dieselbiler faktisk at foretrække frem for benzin."
Dálkingin hjá bilum er grundað á: hvussu nógva olju tann einstaki bilurin brúkar, hvat slag av bili talan er um (stødd/t.d. prestisjubilar), um roykfiltur er í bilinum (dieselbilar), hvussu og hvussu nógv koyrt verður o.s.fr.
Tá ið dálkingin skal gerast upp sum heild, eigur eisini at takast við, at framleiðslan av bensini er munandi meira dálkandi enn framleiðslan av dieselolju.
Uttan at kenna tølini, so kundi eg hugsa mær, at nýtslan av diesel til flutning er nógv økt hesi seinastu árini, og kann hetta stava frá, at tað eru fleiri lastbilar í drift enn áður. Og mær kunnugt, so fáast stórir lastbilar bara sum dieselbilar. Ein háttur at minka um dálkingina frá lastbilum kundi verið at kravt, at teir sløktu motorin, tá ið bilurin stendur stillur í longri tíð, at teir hava roykfiltur, at teir gjalda oljuavgjald o.s.fr.
Minsta kravið til tíðindaflutning um dálking og um kanningar av dálking er, at hesin tíðindaflutningur er eftirfarandi! Er hetta ikki so, kunnu vit so yvirhøvur trúgva tíðindunum um, at Føroyar er eitt av mest dálkandi londum í heiminum?
Tíðindaflutningur, sum bara hevur sensatiónina sum endamál, tænir so ongum endamáli.