Høgni Hoydal
Handfaringin av Føroya Banka-søluni er bert seinasta prógvið um eitt samfelag við ongari politiskari leiðslu og ábyrgd: Ongin stendur til svars fyri nøkrum og onki fær avleiðingar. Tá ábyrgdin skal staðfestast, verður bara skotið í flokk, og líkasælan vinnur.
Leiklutur og ábyrgd okkara
Tjóðveldisflokkurin atkvøddi í 2006 fyri at einskilja Føroya Banka. Grundgevingar okkara vóru greiðar, og vóru samtyktar á flokstingi longu í 2001:
Vit vilja ein sjálvberandi føroyskan búskap, sum byggir á eitt greitt býti millum alment og privat. Vanligt bankavirksemi halda vit eigur at vera ein privat uppgáva, meðan tað almenna skal nýta orkuna til tær samhaldsføstu uppgávurnar í vælferðarsamfelagnum, ið ikki snúgva seg um jagstranina eftir profitti á marknaðinum.
Vit vilja nýta peningin frá einskiljingum at seta í ein búskapargrunn, sum skal nýtast til at tryggja og javna tann almenna føroyska búskapin og gera okkum leys av blokkinum.
Tjóðveldisflokkurin atkvøddi somuleiðis fyri einum samansettum søluleisti, har selt varð umvegis Virðisbrævamarknað Føroya í hóskandi stigum til bæði bólkar av íleggjarum og til smáíleggjarar – í Føroyum sum uttanlands.
Grundgevingarnar fyri hesum vóru:
at við at selja umvegis virðisbrævamarknað eru krøv um gjøgnumskygni og fastar mannagongdir;
at á henda hátt sluppu øll áhugað at bjóða uppá partabrøv;
at hetta fór at skapa áhuga og tileggjan til at gera íløgur í Føroyum sum heild, og geva nýggjar møguleikar fyri føroyska vinnu;
at hetta gav betri møguleikar fyri, at Føroya Banki fer at virka sum eitt felag við høvuðsstøð í Føroyum, og harvið eins og Eik Banki kann gera íløgur uttanlands og vinna pening og kunnleika heim til føroyska samfelagið.
Við hesum valdu vit eisini frá møguleikan at seljast skuldi til ein einstakan strategiskan íleggjara, ið sambært frágreiðing frá Fíggingargrunninum, kundi givið besta prísin. Vit mettu – saman við øllum øðrum flokkum, undantikið einstakan tingmann – at vinningurin fyri føroyska samfelagið fór at vera størri í longdini við at velja tann samansetta søluháttin og at størri vandi var fyri mistøkum og duldum spæli, um ein einstakur keypari skuldi veljast út. Ábyrgdina av hesi avgerð sum andstøðuflokkur, standa vit sjálvsagt fult og heilt við.
Landsstýrið ábyrgd av sølu
Eftir hetta, lá ábyrgdin burturav hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum at útinna søluna á fullgóðan og nøktandi hátt, sambært løgtingssamtyktini.
Talan var um eitt uppskot til samtyktar, sum ikki fór í smálutir við søluni. Løgtingið hevur hvørki viðgjørt ella ásett, nær seljast skuldi; hvussu nógv skuldi bjóðast út í senn; hvussu nógv skuldi seljast til smáíleggjarar; hvørjir størri íleggjarar skuldu sleppa at keypa; ella hvussu farast skuldi fram annars fyri at fáa besta kursin eftir uppskotna leistinum.
Tey, ið vilja geva øllum løgtinginum skyldina fyri mistøk í sjálvari sølutilgongdini og søluni, taka regulert ábyrgdina frá landsstýrimanninum og løgmanni, sum einsamallir hava rættarliga ábyrgd av sjálvari søluni.
Søluætlanin verður kunngjørd
So her hvíldi nú ein ovurstór ábyrgd á landsstýrismanninum, Bárði Nielsen, og á løgmanni, sum hevur eftirlit við, at landsstýrismenn fyrisita á fullgóðan hátt og er politiskur samgonguleiðari. Millum annað varð álagt landsstýrismanninum at seta professionellar ráðgevar og at útvega eina virðismeting av bankanum, áðrenn nøkur søla fór fram.
Uppgávan hjá okkum sum andstøðuflokki, var nú sjálvsagt støðugt at hava kritiska eygað við arbeiði landsstýrisins og at fáa ivaspurningar í ljós og viðgjørdar. Tí, sum vit gjørdu greitt undir viðgerðini: Hendan fyrsta einskiljingin var avgerandi fyri, hvussu aðrar einskiljingar kundu hilnast seinni. Og at selja Føroya Banka er eitt so stórt mál fyri føroyska samfelagið, at hvør einasti smálutur hevur týdning. Her hóskar av sonnum orðatakið hjá bretum: “The Devil is in the detail” – hin grábeinti er í smálutinum.
Tað var tó ikki fyrrenn leiðsla bankans í februar í ár kunngjørdi, at nú skuldu tveir triðingar seljast í 2. ársjórðingi í ár, og so restin um 3-5 ár, at vit frættu um, hvussu ætlanin var at útinna søluna.
Hermann Oskarsson setti veruliga hol á kjakið, tá hann í lesarabrævi í mars í ár fanst hvassliga at søluleistinum og segði, at vit kundu missa eina milliard, um vit ikki ístaðin seldu til ein strategiskan íleggjara. Og hann gjørdi vart við, at sølan fór ikki at vera frí, men at ávísir prosentpartar av partabrøvunum fóru at verða tillutaðir ávísum íleggjarum.
Landsstýrismaðurin vísti atfinningunum aftur.
Tjóðveldisflokkurin vildi nú hava allar ivaspurningar lýstar til fulnar og gjørdi alment vart við sína støðu á flokstinginum 23. og 24. mars, og síðani í fjølmiðlunum. Millum annað skiltu vit lítið av tí kunngjørdu søluætlanini: Hví hesi prosenttøl? Hví ikki ein triðing fyrst – ella hví ikki alt? Og áttu atfinningarnar hjá Hermanni ikki at takast í ramasta álvara? Skuldi nú kortini seljast til útvaldar keyparar, og høvdi vit tá fingið bæði pest og kolera?
Broyttar fortreytir
3. apríl varð skipað fyri fundi í Fíggjarmálaráðnum fyri umboðini hjá politisku flokkunum í einum fylgibólki, har Fíggingargrunnurin og søluráðgevarnir skuldu greiða frá ætlaðu sølutilgongdini.
Her komu ein røð av ivaspurningum fram, um bæði prísin og virðismetingina á bankanum, umframt um, hvussu ætlanin var at býta partabrøv millum íleggjarar. Samstundis kom fram, at somu søluráðgevar, sum høvdu skrivað upprunaligu frágreiðingina um einskiljingarhættir, søgdu viðurskiftini verða broytt munandi síðani 2005, so at meira nú talaði fyri løgtingssamtyktini um at selja á virðisbrævamarknaði heldur enn til strategiskan íleggjara.
Í fjølmiðlunum tosaði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, um at fáa ein prís fyri bankan, sum ikki var stórt meira enn eginognin.
Vildu útseta søluna og lýsa øll ivamál
Eftir hetta, sum jú vóru týðandi nýggir upplýsingar í málinum, heitti Tjóðveldisflokkurin alment á landsstýrismannin og løgmann um at útseta søluna av Føroya Banka til øll hesi ivamál vórðu lýst til fulnar.
Tað sama gjørdu Bill Justinussen úr Miðflokkinum og Kári P. Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum.
Hetta elvdi til mikið rok og harðar ákærur frá samgonguni.
Í fyrispurningum á tingi 11. apríl, setti Torbjørn Jacobsen fyri Tjóðveldisflokkin fleiri spurningar fram: Um virðismetingina; um hvussu ætlanin var at býta partabrøvini til ymisk sløg av íleggjarum og um ávísir føroyskir íleggjarar vórðu nevndir undir framløguni í Fíggjarmálaráðnum; og um nakrar reglur vórðu settar fyri, hvat nevnd og leiðsla bankans kundi keypa av partabrøvum í sambandi við søluna.
Sum flestum kunnugt komu mótstríðandi upplýsingar frá landsstýrismanninum, sum hann seinni noyddist at rætta.
Seinni í apríl reisti Torbjørn Jacobsen eisini spurningin um listaverkini í bankanum, har landsstýrismaðurin upplýsti, at tey ikki vórðu seld saman við bankanum. (Nú verður sagt, at tað bar ikki til at taka listarverkini burturúr, tí 0,6% av partabrøvunum enn vóru hjá gomlu eigarunum. Men hvussu ber tað so til, at Fíggingargrunnurin kundi gera av at niðurkapitalisera bankan? Kundi tað sama ikki verið gjørt við listarverkini, um rætt varð atborið?)
Hóast so nógv ivasamt var komið fram um handfaringina hjá landsstýrinum av søluni, og fleiri føroyskir serfrøðingar komu alment fram og mæltu til at bíða við søluni, so fekk hetta onga avleiðing.
Tjóðveldisflokkurin heitti aftur um hálvan apríl á landsstýrismannin og samgonguna um millum annað at:
heita á Búskaparráðið og Landsbankan um at úttala seg um málið;
fáa greiði á, hví Fíggingargrunnurin hevur tulkað løgtingsssamtyktina samsvarandi eksternum politiskum signalum, og ikki soleiðis sum hon er skrivað og samtykt;
um at fáa fult gjøgnumskygni í søluna av Pf. Føroya Banka.
skipa fyri eini hoyring fyri tingmonnum, sum kanska kundi verið sjónvarpað út til eigaran, fólkið, harið eksternir serfrøðingar opponera mótvegis teimum, sum nú taka sær av søluni;
siga okkum hví tað er so avgerandi neyðugt at selja tveir triðingar av bankanum í øðrum kvartali 2007 (tað stendur onki í samtyktini um hetta);
siga okkum hví frágreiðingin, sum samtyktin byggir á, nú er vorðin óaktuell orsakað av broytingum á marknaðinum.
kalla partarnar saman aftur eftir allýsingina, fyri at fáa bestu loysnina í málinum og frið um gongdina frameftir.
Í kjaki í SvF heitti undirritaði aftur beinleiðis á løgmann og samgonguna um at útseta søluna til hesi ivamál vórðu lýst. Men hann vísti bert til Fíggingargrunnin.
Ongin lat við seg koma
Í mai mánaða bjóðaði landsstýrismaðurin umboðum úr politisku flokkunum til fundar, har søluráðgevarnir skuldu svara spurningum frá trimum føroyskum kritikarum, ið høvdu funnist at søluleisti og sølugongd. Aftur her komu ein røð av ivaspurningum fram. Millum annað um vandan at undirmeta áhugan at keypa og seta kursin ov lágt.
Beint áðrenn søluna legði Bárður Nielsen frá sær. Tað var serstakliga óheppið, tí hann hevði landsstýrismannaábyrgd í øllum málinum, og átti tí at staðið til svars fyri mistøkini.
Tá nýggjur landsstýrismaður varð settur, bað Tjóðveldisflokkurin beinanvegin um fund við hann og løgmann um Føroya Banka-málið. Men hesin fundir varð av ongum.
Eftir situr løgmaður, sum hevur evstu politisku og fyristingarligu ábyrgdina í málinum. Men løgmaður hevur ikki verið at hoyrt, síðani Føroya Banki varð seldur. Hann skyldar almenninginum eina frágreiðing um, hví landsstýrið valdi at handfara søluna á henda hátt, og um hann heldur mistøk verða hend.
Størsta einskiljing um okkara leiðir?
Millum annað átti hann at svarað uppá, hví tað varð kveistrað til viks, tá andstøðan og serfrøðingar mæltu til rættstundis umhugsni, eftir at bankaleiðslan kunngjørdi, hvussu ætlanin var at selja bankan. Hví býtið millum smáíleggjarar og størri íleggjarar varð sett sum tað varð – og um hetta var í tráð við andan í løgtingssamtyktini. Hví ongar reglur vórðu settar fyri nevndarlimir og bankaleiðslu um sølutilgongd.
Og ikki minst: Hví er málið handfarið so tilvildarliga politiskt í landsstýrinum – bæði tá tað snýr seg um kunning til almenningin og at taka ivaspurningar í álvara, sum allir vórðu settir fram í vár, áðrenn trýst varð á søluknøttarnar?
Hevur løgmaður gjørt sær greitt, hvat djúpdin og vavið er í hesum máli? Her er jú ikki talan um eina privata fyritøku, ið skal børsskrásetast. Her er onki sum eitur “vanliga verður gjørt soleiðis”. Her er talan um ein banka, ið gjørdist almennur av eini politiskariog búskaparligari sorgarsøgu, sum fyrst og fremst rakti tey veikastu í landinum.
Í mun til støddina á búskapinum, er talan um eina einskiljing, sum eftir donskum viðurskiftum hevði svarað til, at staturin seldi eitt virði uppá millum 200 og 400 milliardir krónur. Og um danski staturin var undir illgruna at missa 100 milliardir orsakað av vantandi rættstundis umhugsni, hevði hetta verið endavent og snarað og politisk ábyrgd staðfest. Fyri fordeilingina av fíggjarligum tilfeingi millum samfelagsborgarar, er talan um so stór virðir, at tað kann leggja spor inn í nógv ættarlið.
Hevði tað í hesum ljósi ikki verið eitt einfalt krav, at løgmaður hevði ein meining um tað, ið fram er farið?