Rannvá G. Fossaberg
Fyri góðari viku síðan kom fyrsta ferðamannaskipið inn á Havnina, og í dag hevur tað næsta longu lagt at bryggju. Komandi tíðina vera nógv ferðafólk at síggja kring landið, og tað merkir eisini, at tær ymsu kunningarstovurnar í Føroyum hava úr at gera við at kunna føroyingar og útlendingar, sum ferðast í Føroyum.
Sum heild duga føroyingar væl at taka ímóti ferðafólki, men er tað nakað, vit skulu duga betri, er tað at veita nóg høga tænastu. Tað heldur stjórin á Kunningarstovuni í Havn, Theresa T. Kreutzmann, sum vildi ynskt, at fólk, ið arbeiða innan føroysku ferðavinnuna, kunnaðu seg betur um teir ymisku ferðafólkabólkarnar, sum vitja landið.
- Vit hava nógvar professionella veitarar, men sum heild skulu vit øll duga betur at veita ferðafólkunum tænastur á nóg høgum støði, sigur Theresa T. Kreutzmann.
Tænastan má hækka
Føroyingar skulu duga betur at taka ímóti øllum teimum útlendingunum, sum velja at koma til Føroya at ferðast. Sambært stjóranum á Kunningarstovuni í Havn er tað av alstórum týdningi, at tey fólkini, sum standa í handlunum, hava vitan um tey ymsu sløgini av ferðafólkum og eru tilvitað um týdningin av høgari tænastuveiting.
- Skulu vit veita røttu tænastuna til ferðafólk, mugu vit vita, hvørji og hvussu tey eru, tí tjóðskapirnir eru ógvuliga ymiskir sum ferðafólk. Harafturat er tað umráðandi, at tað eru tey røttu fólkini, sum standa í handlunum, soleiðis at ferðafólkini kenna seg væl og fáa høgar tænastuveitingar, sigur Theresa T. Kreutzmann. Hon heldur, at handilsfólk, sum í stóran mun eru andlitið úteftir og umboða landið, mugu syrgja fyri, at alt gongur, sum tað skal, í handlunum.
- Um eitt ferðafólk fær eina keðiliga uppliving inni í einum handli í Føroyum, fortelur viðkomandi tað alt fyri eitt fyri øðrum møguligum ferðafólkum. Eitt nú skulu handilsfólkini verða kunnað um kurs, tax free, gjaldsmøguleikar og so framvegis, soleiðis at alt tað riggar, sum tað skal, sigur Theresa T. Kreutzmann. Sum dømi nevnir hon, at fleiri útlendingar ikki eru vanir við at nýta PIN-kodu, tá goldið verður við gjaldskortið, og tað kann elva til trupulleikar og møguliga mista sølu, um ikki handilsfólkini eru vitandi um aðrar gjaldshættir.
Føroyingar skulu reypa
Theresa T. Kreutzmann vísir á, at Føroyar hava tað, sum skal til fyri at verða eitt frálíkt ferðamannaland, men at tað áhaldandi eru viðurskifti, sum gera, at vit ikki eru tað fullkomna ferðamannalandið.
- Eg sakni, at øll tey, sum onkursvegna fáast við ferðavinnu, hava meira vitan um, hvat allir hinir veitararnir fáast við. Alt verður nógv lættari, um vinnan arbeiðir eftir sama leisti og kann leiðbeina, kunna og vísa á tey tilboðini, sum hóskar best til teir ávísu ferðafólkabólkarnar, sigur Theresa T. Kreutzmann.
- Summi ferðafólk vita ótrúliga nógv um Føroyar, meðan onnur als onga vitan hava, men tey hava øll á ein ella annan hátt brúk fyri vegleiðing, greiðir Theresa T. Kreutzmann frá og leggur afturat, at hóast føroyingar kunnu hjálpa og vegleiða, er tað alneyðugt, at skeltingin kring landið verður betri.
Umframt at hava ta neyðugu vitanina um teir møguleikarnar, sum ferðafólkini hava, er eisini týdningarmikið, at vit læra okkum at gerast betri til at fortelja øðrum, hví Føroyar er eitt gott land at ferðast í.
- Vit eru alt ov lítillátin og tora ov illa at fortelja ferðafólki, um hvussu góðar Føroyar eru. Vit eru rímiliga vælfungerandi, og tey allarflestu ferðafólkini, sum hava vitjað okkara oyggjar, lata væl at. Tað er eingin orsøk hjá okkum at vera lítillátin, tí sum heild duga vit væl, greiðir Theresa T. Kreutzmann frá.
Brúk er fyri kunningarstovum
Hóast tað er háárstíð hjá ferðavinnuni, er hetta ikki tíðin, har Theresa T. Kreutzmann hevur mest um oyruni.
- Vit á kunningarstovuni hava mest at gera í vetrarhálvuni og um várið, tí tá fara vit undir fyrireikingarnar til summarið, sigur Theresa T. Kreutzmann, sum leggur afturat, at tey hava serliga nógv at gera við cruise-vinnuna júst nú.
- Orsøkin til, at vit vit satsa so nógv upp á ferðafólkini, ið eru við stóru cruise-skipunum, sum koma inn á Havnina, er tann, at við 25.000-30.000 fólkum umborð, er hetta størsti ferðafólkabólkur, og tað skal sjálvandi gagnnýtast, sigur Theresa T. Kreutzmann. Millum 350 0g 3.500 gestir eru við skipunum hvørja ferð, og ein stórur partur av teimum kemur inn á kunningarstovuna á Vaglinum í Havn.
- Hóast stórt sæð øll brúka internet og kunnu finna nógvar upplýsingar umvegis teldu og telefon, koma nógv fólk inn á kunningarstovuna í Havn. Hetta merkir eisini, at vit skulu hava nóg mikið av prentaðum tilfari til ferðafólk, sigur Theresa T. Kreutzmann, sum heldur, at tað framvegis er neyðugt við kunningarstovum.
- Uttan kunningarstovur verða ferðafólkini illa fyri. Tey høvdu ivaleyst gingið inn á matstovur, kontór og handlar, har starvsfólkini hava nóg mikið at gera frammanundan, tí tað er nú einaferð so, at ferðafólk ikki kunnu fáa alla vegleiðing og upplýsingar á internetinum, greiðir Theresa T. Kreutzmann frá. Hon dylur tó ikki fyri, at nýggja tøknin eisini setur krøv til kunningarstovur og onnur, ið fáast við ferðavinnu.
- Samfelagið broytist støðugt, og tí mugu vit eisini broyta kunningarhættirnar, so sjálvt um vit til dømis ætla at menna onkra serliga app, so skulu vit samstundis ikki undirmeta prentað tilfar, sigur Theresa T. Kreutzmann, sum trívist væl í stjórasessinum á Kunningarstovuni í Havn.
- Hetta er ein góð og spennandi tíð. At hyggja at, meðan eitt av stóru ferðamannaskipunum leggur at Havnini, gevur mær eina fantastiska kenslu. Við tøttum samstarvi kunnu vit innan ferðavinnuna í Føroyum verða við til at geva teimum vitjandi ógloymandi upplivingar, sum tey einans kunnu fáa í Føroyum.