JÓLAHÝRUR
Jólatiltøkini hava verið mong teir seinastu dagarnar, og fleiri staðni hevur tað verið serligur rómur, tá ið jólaskip og jólabátar hava lagt at. Soleiðis var tað eisini í Runavík mikukvøldið. Eftir at tað hevði regnað nógv fyrr um dagin, var tað turt og stilt, tá ið helst omanfyri túsund fólk vóru komin saman at taka móti jólaskipinum.
Tiltakið var í serliga hugnaliga jólaumhvørvinum, sum er í og kring gamla handilin hjá Pidda í Runavík. Fólkið stúgvaðist í og kring handilin og gamla neystið uttanfyri handilin. Á neystaloftinum høvdu skótarnir jólakafe, og uttanfyri var stórur pallur, har nógvar nissur og fleiri jólamenn sungu og dansaðu. Børnini vóru mong í tali, og barnanna jólagleði var eyðsýnd.
Tá ið jólaskipið kom inn ímóti varð fýrverk sent av skipinum, sum legði at við síðuna av Høganes, og á landi vóru kyndlar settir fram við vegnum. Skarðin av gomlum og ungum og av fólki úr allari oynni heilsaðust og prátaðu. Millum hesi sóust eisini nógvir útisetar, sum eru komnir heim at halda jól. Summi leitaðu inn í stóra teltið, ið var norðanfyri handilin, at fáa sær ein drekkamunn.