Náttúruvanlukkur eru afturvendandi og gerandishendingar kring alla jørðina. Summi øki eru meira rakt enn onnur. Og náttúruvanlukkur kunnu vera so nógv, alt frá jarðskjálvtum til goysandi vulkanir. Gjøgnum søguna hjá mannaættini hava hesar náttúruvanlukkur herjað jørðina, og so leingi jørðin er til fara vit at verða rakt av hesum vanlukkum, nøkur øki verri og onnur minni.
Eitt av økjunum, sum higartil er sloppið undan teimum herviligu náttúruvanlukkunum er oyggjalandið Haiti. Til fyri nøkrum fáum døgum síðani. Tá varð landið eftir fáum sekundum rakt av einum tí herviligasta jarðskjálvtanum í søguni, og í skrivandi løtu vita vit ikki, hvussu mong mannalív hesin jarðskjálvti hevur kravt. Onkur sigur 50.000 mannalív, onkur annar sigur fleiri hundraðtúsund.
Høvuðsstaðurin er nærum lagdur fullkomiliga í oyði. Har búðu tvær milliónir fólk.
Úr øllum heiminum kemur hjálp til Haiti, men trupulleikin hevur higartil verið tann, at tað hevur verið so torført at fáa hjálpina til tey neyðstøddu, her ikki minst tí, at flogvøllurin eisini varð raktur av skjálvtanum.
Eisini úr Føroyum fer neyðhjálp til Haiti. Landssstýrið hevur gjørt av at lata 150.000 kr., og hjá tí virkna felagsskapinum Reyða Krossi arbeiða tey dag sum nátt at savna inn pengar til tey neyðstøddu. Øll hava vit møguleikan at stuðla, og tað skal vera vón okkara, at allir føroyingar geva sín stuðul. Um hann so bara er ein hundraðkrónuseðil, so munar tað.
Við hesum orðum fara tankar okkara til tey, sum hava mist, og tað skal vera vón okkara, at so mong til ber verða bjargað, tí enn liggja túsundtals fólk livandi undir húsaleivdunum.
Men tað kemur so eisini ein dagur aftaná, og her verður hjálpin eisini av stórum týdningi, eisini hjálpin úr Føroyum.
Sosialurin