Merking av toski
Toskurin (70 cm langur) var merktur í Vágahavinum 20/3-2004 (síðst í gýtingini) við einum sokallaðum goymslumerki, sum skrásetir temperatur og dýpi fleiri ferðir um dagin. Út frá dýpinum ber til at meta um, hvussu toskurin hevur ferðast eftir landgrunninum.
Mynd 1 og 2 vísa ferðingina frá Vágahavinum til Suðuroyarbankan. Longu 11/4 var toskurin komin suður á Munkagrunnin (ferðast 50 fjórðingar). Ferðin hevur tá ligið um góðar 2 fjórðingar um dagin. Síðan fór hann norðureftir og 15/4 var hann komin áraka Suðuroyarbanka. Ferðin hevur tá verið umleið 5 fjórðingar um dagin (20 fjórðingar í 4 dagar). Hann setti síðan ferðina upp á umleið 8 fjórðingar um dagin og var longu 17/4 komin yvir um dýpið og upp á sjálvan Suðuroyarbankan (12 fjórðingar í 1,5 dagar). Restina av tíðini var hann støðufastur á Suðuroyarbankanum. Hann fór ongantíð upp í sjógvin at sveima, men helt seg trúliga niðri við botnin alla tíðina. Tað skal tó viðmerkjast, at beint eftir merking fer toskur ofta upp í sjógvin at sveima um náttina, men tað heldur uppat eftir 1-2 vikum.
Tað tykist ikki vera nakar ?slingur í valsinum?: Toskurin stevndi miðvíst móti Suðuroyarbankanum, eftir at gýtingin var liðug. Tað sær út til, at toskurin kendi væl vegin hagar, tí tað eru eingi frávik frá leiðini (ongantíð vilstur). Vit síggja eisini, at hann ikki fór stytstu leið gjøgnum Suðuroyarfjørð (millum Suðuroynna og Sandoynna) og út á Suðuroyarbankan. Toskurin helt seg heldur til umleið sama dýpi meðan hann ferðaðist, sjálvt um tað var ein longri leið.
Tá toskurin var komin upp á pláss, kendi hann seg heima har, tí hann fór ongar staðir. Toskur er eins og seyður, sum gjarna heldur seg til sama hagan. Vit kunnu siga, at hesin toskurin hevði heimstað á Suðuroyarbanka og tað er sera sannlíkt, at hann eisini helt til har, áðrenn hann fór ta longu leið í Vágahavið at gýta. At toskur er støðufastur, hava merkingarroyndirnar við Føroyar týðiliga víst.
Finningarlønin fyri hendan toskin var 300 kr + kiloprís. Aftur at hesum luttekur hann í dráttinum um 10000 kr, sum verður í oktober. Seinasta freist at lata merkir inn er 27 september.