Tá Klaksvíkar kommuna framyvir ger íløgur fyri fimm milliónir ella meira, skal 1,5 prosent av upphæddini brúkast til list. Tað hevur býráðið samtykt, eftir at Óluvu Klettskarð legði fram uppskot um hetta, upplýsir Klaksvíkar kommuna umvegis heimasíðuna.
Kommunan sigur, at spurningurin um at játta pening til listarligt prýði hevur seinnu árini verið afturvendandi í býráðnum, og hevur hetta serliga verið umrøtt í sambandi við størri byggiverkætlanir.
Skipað viðurskifti um listarliga partin
- Ásannandi hetta, legði Óluva Klettskarð, býráðslimur, í vár fram eitt uppskot um avseting til list, har hon mælir til, at Klaksvíkar kommuna framyvir fer at seta 1,5 % av byggikostnaði til listarprýðing av allari nýbygging, kommunan fer undir, stendur at lesa á klaksvik.fo.
Í viðmerkingunum til uppskotið førdi býráðslimurin fram, at uppskotið skal tæna til at fáa skipað hesi viðurskifti, so øll byggiætlan frá byrjan hevur slíka avseting íroknaða. Hetta fer at forða fyri, at politikarar keglast um hetta í veruleikanum lítla mál.
Listarbólkur fer at ráðgeva býráðnum
Við støði í hesum gjørdi Mentanardeild býráðsins eitt nærri útgreinað tilmæli, har mælt verður til, at bygging fyri oman fyri 5 milliónir krónur av skúlum, dagstovnum, ítróttarhallum, ellis- og røktarheimum, øðrum almennum bygningum, størri vegum, rundkoyringum, størri uttandura uppihaldsøki og havnagerðum, sum kommunan stendur fyri, skal fyrireikast soleiðis, at listarligt prýði kann verða partur av byggingini.
- Listafólk kunnu vera við í fyrireikingini av byggingini, á sama hátt sum aðrir ráðgevar so sum arkitektar og verkfrøðingar, sigur Mentanardeildin. Hon mælir til, at ein listarbólkur verður settur til at ráðgeva býráðnum í spurninginum um list, eisini listagávur til Klaksvíkar Kommunu. Listabólkurin verður mannaður við umboðum frá Mentanardeildini, fyri viðkomandi byggiverkætlan og einum listarkønum fólki.