Rabarba, krígskorrespondentur og fjakkari

Aftur á slóðina: Sosialurin hevur hitt leikstjóran Eyðun Johannessen, ið næsta ár tekur við starvinum sum listarligur leiðari hjá Leikpalli Føroya. Hetta er liður í arbeiðinum at seta á stovn tjóðleikpall.

Lesið um leikstjóran, fyrsta føroyska yrkisleikara, ið var næstur í raðnum at taka við familjufyritøkuni, men ikki bleiv businessmaður, men valdi showbusiness.

Eyðun Johannesen situr í hugnaliga køkinum í barnaheiminum við Heygsbreyt. Tað sum tey fyrr í hvussu er róptu ?Rabarbukvarterið?. Eyðun er rabarba og føddur í 1938.

- Hetta var avbyrgt umhvørvi. Kom ein oman ímóti Tórsgøtu, so var ein uttanfyri. Uppi á Heygsbreyt var eitt stórt runudíki og so lógu træðirnar uttanfyri. Her búði eitt blandað fólkaslag, minnist Eyðun.


Drykkjumenn og frelst fólk

- Her var ein, ið tey róptu milliónerurin, ið vist var millióningur, sigur Eyðun hugunarsamur.

- So vóru fiskimenn, heilsølumenn, Dagblaðið hevði prentsmiðju her og her vóru drykkjumenn og frelst fólk og so eisini ein hópur av børnum, greiðir Eyðun frá.

Eisini minnist hann kríggið og ensku hermenninar, ið høvdu tilhald nærhendis. Har sum Kommunuskúlin er nú høvdu teir barakkir og samkomuhús.

- Teir vóru ein partur av tí at vaksa upp her. Hesi ?kríggini?, ið vóru ímillum bøfressar og rabarbur . Ofta vóru avgerandi stríð í brekkunum her. Eg slapp tó sjáldan at vera við, minnist Eyðun.

Tá rabarburnar bardust við børn úr øðrum býlingum, sat Eyðun í stovuvindeyganum og eygleiddi og í dag plagar hann at siga, at hann var eitt slag av krígskorrespondenti, tí hann skrivaði og teknaði í vindeyganum.


Ensk showbizz

Ensku hermenninir høvdu eisini yvirtikið Sjónleikarhúsið til undirhald og dans. Ofta komu fólk úr enskum sjónleikalívi og showbusiness. Tá krupu Eyðun og onnur ofta niður í kjallaran har at lurta.

- Nakað av tí eg tá upplivdi hevur óivað gjørt sítt til, at áhugin fór tann vegin, sigur Eyðun.

Men sjónleikur var tó ikki ókendur í familjuni. Abbi Eyðun var navnframið Kristin í Geil, ið var ein av høvuðsmonnunum í sjónleikalívinum í Havn.


Business

- Í grundini, so skuldi eg farið uppí business. Pápi mín og pápabeiggjarnir og abbi høvdu virki her í Havn, sum kallaðist Niels Johannessens Efterfølgere. Tað lá líkasum í hesum ?efterfølgere?, at tá eg var elsti sonur elsta sonin, so var tað eisini eg.. Men í kreppuni í fimtiárunum fór virkið á heysin. Eg var longu tá farin at hava áhuga fyri ymsum øðrum, enn handli, so eg eri spardur fyri at koyra nakað á heysin, sigur Eyðun Johannessen.

Eyðun var millum yngstu kreftirnar í Sjónleikarhúsinum eftir kríggið og har tosaðu tey, ið vóru har tá, um at menna sjónleikin og at skapa betri umstøður. Hetta gav Eyðuni íblástur á áræði. Millum tey vaksnu í Sjónleikarhúsinum tá vóru William Heinesen, Frazer Eyturoy, Oskar Hermansson, Knút Vang, Poul Arni Joensen og G. L Samuelsen.

-Menn úr ógvuliga ymsum politiskum hornum, minnist Eyðun, ið sjálvur fór at lesa til sjónleikara í 1956. Hann fekk ferðalegat og fjakkaði í Pólandi og Týsklandi og vitjaði leikhús har.


At spæla apukattur

Eyðun duldi sum mansmorð, at hann ætlaði at lesa til sjónleikara. Tað var ikki hildið at vera nakað, um ein ikki las til prest, løgfrøðing ella gjørdist fiskimaður.

Eyðun minnist einaferð, at kokkurin á einum strandfaraskipi spurdi, hvat hann tókst við. Eyðun svaraði, at hann tókst við sjónleik, men hesin vildi vita hvørjum hann livdi av. Hesin segði seg ikki skilja, at ein kundi liva av at spæla apukattur.

- Tað var helst soleiðis fólk hugsaðu og tey, ið høvdu ans fyri leiki, sum seriøsari listagrein, hildu Føroyar vera ov lítlar til slíkt, sigur Eyðun, sum tó minnist, at foreldrini stuðlaðu.

Eyðun greiddi fyrst abba sínum, handilsmanninum, frá sínum ætlanum.

- Hann var eitt sindur serstakur. Var áhugaður í jazz- og bluestónleiki. Tað var sjáldsamt fyri ein gamlan havnarmann. Hann las eisini torgreiddar bókmentir.

- Men abbi segði einki at byrja við, men eftir eina viku segði hann, at hann kendi ein, ið hevði klárað seg væl og vunnið pening uppá hatta, nevniliga Marlon Brando, flennir Eyðun Johannessen.

- Eingin spenti bein fyri mínum ætlanum, men tað var meira av egum huga og eldhuga, at eg kom at fáast við sjónleik, sigur Eyðun.


Leikstjóri

Í 1961 kom Eyðun at starvast í Sjónleikarhúsinum sum leiðari og í dag metir hann, at tað meira var tann vegin, at hann bleiv leikstjóri.

Eisini høvdu tey ymisk skeið.

- Har komu yngri kreftir við, t.d. Elin og Kári Mouritsen, Olivur Næs, Laura Joensen, ið enn eru við.

Tá vóru tvey ættarlið í húsinum og hetta var bæði gott og ringt. Men tá kom dik á hugsanirnar um at fáa eitt sjónleikarhús burturav.

Í sekstiárunum var Eyðun fulla tíð í Sjónlekarhúsinum, leikti, smíðaði leikpall og stjórnaði.

Frá 1970 til 1973 var Eyðun burtur og hesa tíðina vóru politikarar, ið settu pening av til leik.

Heimafturkomin fekk Eyðun starv sum sjónleikaráðgevi. Ferðaðist nógv og setti leikir upp fyri ymsu feløgini á bygd. Eisini byrjaðu menn at skriva leikir, t.d. Jens Pauli Heinesen, Steinbjørn B. Jacobsen og Ólavur Michelsen.


Gríma

Í 1976-77 varð fyrsti yrkisleikbólkur í Føroyum, Gríma, settur á stovn og tey settu sær fyri at vera ein ferðandi leikhópur við heimstað í Havn. Einki fast tilhaldstað var, men tey leigaðu seg inn í Sjónleikarhúsinum.

Í 1979 fekk Eyðun áheitan um at søkja starv sum rektari við sjónleikaraskúlan í Århus og hann fekk starvið.

- Tað var eitt sindur sárt, men tað var stór avbjóðing og eisini eitt herðaklapp. Gríma var eisini í fíggjarligari trongstøðu. Vit vóru fimm og fingu tað ikki at mala runt, so ein mátti sigast upp. Hesum sluppu vit so undan, við tað at eg fór, hóast eg kanska var millum drívandi kreftirnar. Men Gríma er til enn og eigur óivað lut í, at onnur hava fingið sær sjónleikaútbúgving, metir Eyðun.

- Í dag er tað mansømuligt og vit eiga í dag ein hóp av dugnaligum leikarunum, sigur Eyðun.


Fekk hóttanarbrøv

Fólk vóru ymisk á máli um hetta við yrkisleiki. Summi stuðlaðu og komu til leikir. Onnur mettu, at hetta fór at forkoma áhugaleikinum.

Gríma fekk omanyvir seg, at tey vóru ein marxistiskur aktiónsbólkur, uttan at tey tó høvdu nakarar politiskar ætlanir í málsetninginum.

- Málið var at koma út at leika, har leikur ikki var og at stuðla og vegleiga, men nógv kjak var, sigur Eyðun.

- Onkur politikari segði enntá, at hann skuldi gera sítt til, at Eyðun mátti rýma. Eg fekk anonym hóttanarbrøv, har onkur hevði keypt eini 10 avísir og klipt andlit mítt út og við tekningum vísti á, hvussu eg skuldi forkomast, minnist Eyðun, ið tó minnist hetta, sum eina spenandi tíð.

Einar 100.000 krónur vóru til mín at ferðast fyri og til løn. Vit fóru til mentamálaráðharran, D.P. Danielsen, og spurdu, um,hvat sagt varð, um peningurin ísatðin varð nýttur til ein leikhóp við somu skyldum, og ikki til at løna einum manni. Vit fingu grønt ljós, sigur Eyðum, ið heldur, at tá var glið komið á at meta sjónleik øðrvísi og seinni varð Leikpallur føroya settur á Stovn. Pallurin, ið nú fyri mentamálaráðharran hevur orðað ætlan um tjóðpall og í samband við hesa ætlan skal Eyðun komandi tey árini starvast.


Hevði ikki byrjað forfrá

Háost Eyðun hevur vitjað aftur av og á sum leikstjóri, so hevur hann verið burtur í 20 ár.

Hann heldur ikki, at einki er hent hesi árini og at tað er at koma aftur til tað sama, sum tá hann fór.

- Gríma hevur verið til alla tíðina og tey eru fleiri nú. Hava eisini fingið fast tilhaldsstað. Og so hevur eisini verið gjørt eitt stórt arbeiði í MáF, við áhugaleiki, heldur Eyðun.

- Politikarar hava fingið áhuga og hugskotið um tjóðpall er ikki komið av ongum, men av virkseminum, ið hevur verið, metir Eyðun, sum eisini nevnir Norðurlandahúsið og týdningin, ið tað hevur havt.

- Men enn liggur okkurt á láni. Ein kundi ynskt, at fólk tordu betri og vóru frekari í vali av leikum. Og sjónleikaskriving er steðgað heilt upp, sigur Eyðun, ið ikki kennir, at hann er komin aftur til tað sam, sum hann fór frá fyri 20 árum síðani.

- Eg hevði ikki byrjað forfrá. Tað gevur mær mót, at vit nú hava leikarar, ið eru væl fyri. Fyri einum ári síðani fylti Gríma 20 ár og vit settu upp ?Dreymur Jóansøkunátt?. Tað høvdu vit ikki kunnað fyri 20 árum síðani, sigur Eyðun, ið eisini heldur, at færri fólk koma at hyggja at leiki nú, enn í sekstiárunum og hann sær tað sum eina uppgávu at venda hesi gongdini.

Eins og Gríma hevði sum mál at vitja úti á bygd, so metir Eyðun, at ein tjóðpllur eisini skal vera fyri øll, hóast hann skal hava eitt tilhald onkrastaðni.


Blómaði

Eyðun var rektari í Århus í 7 ár, men hevði eisini í sáttmálanum, at hann kundi seta leikir upp.

- Leikirnir gingu væl, betri enn væntað, og eftir 7 ár gjørd eg av at virka sum free-lance leikstjóri. Eg setti nógvar leikir upp á Århus Teater, men var ongantíð fast har. Eg hevði eisini bústað í Århus. Eg var eisni nógv í Noreg og Svøríki. Nú eri eg so fluttur til Keypmannahavnar at búgva, sigur Eyðun.

Eyðun fekk vind í seglini sum leikstjóri. Hann setti leikin Lykke Per upp og tá hendi okkurt.

- Leikurin var eitt snar hjá mær. Tað hendi eisni okkurt listarliga við mær. Eg bleiv fríari og dugnaligari. At eg eisini arbeiddi í Noreg og Svøríki gav eisni størri innlit í leikstjórn. At arbeiða saman við góðum leikarum gjørdi sítt til, at eg blómaði. Leikurin kallaðist Lykke Per og honum gekk illa, men hann hevði allar møguleikar og tað má eg siga, at tað havi eg eisni havt, sigur Eyðun.

- Tíbetur, og uttan at reypa, so hevur tað verið so, at bíleggingarseðilin er komin til mín og ikki umvent, sigur Eyðun, ið eisini er fegin um, at hann fyri nøkrum árum síðani kom á donsku fíggjarlógina og metir hann hetta sum stóran heiður og herðaklapp.


Fjakkari

- Onkur hevur fregnast, tá eg kom á fíggjarlógina, um tað nú var tí, at tað nú gekk niðureftir hjá mær. Men skal eg hyggja at mær sjálvum frá síðulinjuni, so havi eg tað so, at eg eri ein fjakkari. Eg støðist ikki so leingi. Fyri at kenna ?kikkið?, sum tey rópa tað, so er hetta neyðugt hjá mær, tí kenni eg, at tað verður ov lætt og rutina, so má okkurt henda, sigur Eyðun Johannessen.

Fyri framamman liggur ein leikur eftir P.O. Engquist og bíðar, nevndur Billedmagerne.

Um fjakkarin nú er komin heim, veit Eyðun ikki.

-Eg havi sett 2 ár av til at starvast í Føroyum. Eg havi lagt tær treytir, at eg eri leikhússtjóri, men kann seta ein leik upp sjálvur, umframt at eg kann seta ein leik upp árliga uttanlands. Og eg skal seta ein upp á Kongaliga Teatrinum, ið verður famførdur í 2001. Eg komi at hava fast støði her, men komi at ferðast nakað. Hvat síðani hendir, og hvar eg endi, er ilt at vita, sigur Eyðun.


Futt í

- Um meining skal vera í, so skuldi helst eitt sindur av futti komi í, nú eg fari í gongd við hesa uppgávuna. Ikki tað, at futtur ikki er í, men tað skuldi helst komið meira, sigur Eyðun, ið ætlar sær at royna at lívga um, og fáa menn og kvinnur í gongd aftur við at skriva føroyskar leikir, eisini av nýggjari sniði og innan øll sløg.

Tað henda nógv avgerandi ting. Ikki bert nýtt ártúsund, men eisini her heima í Føroyum hendir nógv. Sjónleikurin eigur at spegla hetta, heldur Eyðun, ið heldur, at tað má koma, at fólk fara at skriva fyri útvarp og sjónvarp.

Eyðun nevnir sendingina Basalt, ið var sunnukvøldið, har Hans Tórgarð las yrkingar eftir Alexandur Kristiansen.. Ein sending, ið Eyðun helt var væl eydnað og vælgjørd.

- Eg fái meg ikki at hugsa annað, enn at tað fær onkran, ið ikki áðrenn hevðir tað, at fáa eyguni upp fyri teim ríku gávum, ið liggja í Alexanduri. Ein eigur at fáa fólk fram og einfaldari og ódýrari kann tað ikki gerast, heldur Eyðun.

Føroyskur mentapolitikur er broyttur og mentur seinni árini. Listafólk fáa heiðursgávur og ymiskt er hent. Eyðun er samdur í hesum.

- Men pengar skapa ikki list. Men at tað almenna er farið at vísa hesi síðuni av samfelagslívinum størri ans er at fegnast um. Ein bókamentavirisløn t.d. uppá 150.000 krónur er jú einastandandi og sovorðin tekin, ið verða send út, vænti eg at politikararnir fáa 100 fold aftur. Gávurnar liggja jú har, og tað sum er komið fram kortini er jú at undrast at á. Ongastaðni finunur tú ein keypsstað við 45.000 íbúgvum, ið hevur symfoniorkestur og so nógvar listamálarar á høgum støði og leikarar og tónlistafólk, heldur Eyðun.

- Eftir er bara at fáa fólk at lætta sær á og fara út á kvøldi at hyggja og lurta. Tað nýtist ikki altíð at vera tær stóru uppsetingarnar, ið lokka og savna fólk. Tað, ið er minni, kann vera minst líka spennandi, sum tað sum er blást upp, sigur Eyðun Johannessen.