Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkismálum, í svari til ein grein 52 a fyrispurngin frá Bárði á Steig Nielsen, formanni Sambandsfloksins, sum hevur spurt hana tríggjar spurnignar um trygdar- og verjupolitikk.
Spurningar hansara eru soljóðandi:
1. Hvussu gongur við at fáa formligu viðurskiftini um uppsetan av eftirlitsradaranum avgreidd?
2. Hvussu verða tær 21 mió. kr. brúktar, sum eru játtaðar fyri 2025 í verjusemjuni?
3. Hví eru Føroyar ikki við í avtaluni um nýggja samskiftiskaðalin, sum verður gjørdur millum Danmark og Grønland?
Í svarinum til spurning 1 vísir Sirið Stenberg á, at samskifti er millum danskar og føroyskar myndugleikar um formligu viðurskiftini í sambandi við, at nýggjur lofteftirlitsradari skal setast upp á Sornfelli. Partarnir hava umrøtt ítøkiligu treytirnar fyri einum leigumáli millum Landsverk og donsku verjuna, t.d. hvørjar partar av støðini á Sornfelli ætlaða leigumálið skal fevna um.
– Áðrenn leiguavtala kann undirskrivast, eru viðurskifti viðvíkjandi øðrum leigumálum, ið skulu lagast til. Hetta arbeiðið er í gongd og viðvíkur í høvuðsheitum verandi leigumáli hjá Naviair, sigur hon.
Harumframt hevur Landsverk staðið fyri at gera neyðugar ábøtur á m.a. veg og fjallalyftu seinastu tíðina.
– Avgerð er ikki tikin um keyp av nýggjum lofteftirlitsaradara enn. Tá ið slag, stødd, og aðrir smálutir eru kendir, ber til at fara undir at skipa uppsetanina ítøkiliga. Í tí sambandi kann roknast við, at tekniskir og formligir spurningar stinga seg upp, sigur hon.
– Ætlanin er, at formligu viðurskiftini viðvíkjandi uppsetan av lofteftirlitsradara verða avgreidd í fyrsta ársfjórðingi 2026. Gongst sum ætlað, verður radarin tikin í nýtslu í 2028.
Partarnir í málinum arbeiða við støði í semjuni millum Føroyar og Danmark um fortreytirnar fyri at seta upp nýggjan lofteftirlitsradara á Sornfelli frá 8. juni 2022, Sirið Stenberg.
Til nr. 2
Í semjuni um verjumál frá januar 2025 vórðu góðar 50 milliónir settar av komandi árini til møguligar íløgur í at menna trygd í breiðum høpi í Føroyum. Av hesum vóru 21 milliónir settar av at nýta í 2025. Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur samskifti við danska verjumálaráðið um at flyta tøku játtanina í 2025 til 2026.
– Radaraeftirlit við sjóumveldi Føroya er eitt átak, sum hevur verið umrøtt at raðfesta í sambandi við játtanina. Áðrenn farast kann víðari við hesi ætlan, skal hon umrøðast nærri – bæði við danska verjumálaráðið og við viðkomandi føroyskar myndugleikar, sum skulu reka slíkt eftirlit.
– Eisini rúmar játtanin møguliga øðrum raðfestingum komandi árini, sigur hon.
Avgerðir viðvíkjandi játtanini í semjuni um verjumál frá januar 2025 skulu vera í samsvari við tjóðartrygdarpolitikkin.
Til nr. 3
– Fyrimunirnir við at kunna knýta Føroyar upp í ein nýggjan samskiftiskaðal eru eyðsýndir, heldur Sirið Stenberg.
Hon vísir á, at so skjótt tað gjørdist Uttanríkis- og vinnumálaráðnum greitt, at ein nýggjur samskiftiskaðal millum Danmark og Grønland í seinastu løtu varð vorðin partur av semjuni um verjumál, varð tí beinanvegin boðað frá føroyska áhuganum fyri at kanna møguleikarnar fyri eisini at knýta nýggja kaðalin upp í føroyska fjarskiftisundirstøðukervið.
– Tað er mín greiða fatan, at føroyskt ynski um at gerast partur av verkætlanini verður gingið á møti, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, sum skal umrøða kaðalætlanina seinni í ár á fundi við danska verjumálaráðharran, Troels Lund Poulsen, seinni í ár.
Harumframt skal umrøðast, hvussu leggjast kann upp fyri føroyskum áhugamálum annars í sambandi við ætlanina.













