Ráðstevna um undirlívskrabba

Fyrilestrahaldari á ráðstevnuni verður Pernille Jensen, yvirlækni.

10 ár eru liðin, síðani Undirlívsbólkurin hjá Krabbameinsfelagnum varð stovnaður. Í tí sambandi verður leygardagin 7. mars 2015 skipað fyri almennari ráðstevnu um krabbamein í undirlívinum.

 

- Ráðstevnan, sum verður hildin í Perluni í Havn, er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Tað sigur Krabbameinsfelagið.

 

Lagt verður aftrat, at ráðstevnan verður skipað við fyrilestri og verkstovum. Fyrilestrahaldari verður Pernille Jensen, yvirlækni, PhD Gynækologisku deild, Odense Universitetssjúkrahúsið.

 

Eftir fyrilesturin verða ymiskar verkstovur um evnið krabbamein í undirlívinum.

 

Á myndini eru kvinnurnar í Undirlívsbólkinum, f.v.: Gunnvá A. Hansen, næstforkvinna, Durita Tausen, Margit Fossá, Beinta Højsted forkvinna og Dagmar Clothier.

 

Meira er at lesa um ráðstevnuna um krabbamein í undirlívinum á www.krabbamein.fo