Hvar varð nýggjársaftan hildin?
- Vit byrjaðu við røstum kjøti á middegi saman við familjuni, og klokkan 18 varð farið í kirkju. Eftir løtuna í kirkjuni, vóru vit samlað hjá dóttrini her í Leirvík. Her var kalt borð við nógvum góðum føroyskum viðskera, og her varð eisini nakað av fýrverki skotið.
Tað sigur Dánjal Andreasen í Leirvík.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2023?
- Ringt at meta um, hvat er tað besta, men konan og eg fingu høvi at halda jól niðri á Gran Kanaria saman við abbabørnunum og foreldrum teirra. Hetta er helst eitt tað besta, vit sum familja vóru saman um í árinum.
Hvat var tað keðiligasta?
- Tað keðiligasta, sum er hent í 2023, er tann ótryggleiki, sum ræður í heiminum, har tað verður meira vanligt hjá tí unga attarliðinum at hoyra um kríggj og elendigheit - bert við at skrúva frá einum lurtitóli ella fara á teir sosialu miðlarnar.
Dánjal Andreasen sigur, at honum tykir tað ræðandi, at vit eru við at fáa so nógvar ríkar føroyingar, samstundis sum fleiri eru, sum ikki klára seg fíggjarliga.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Nei, einki nýggjárslyfti.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2024?
- Mínar vónir eru, at vit við Guds hjálp og kærleika til okkara næsta fara at gerast betur til at taka okkum av hvørjum øðrum, og at vit øll gerast meira jalig og krevja minni, leggur Dánjal Andreasen aftrat.