Ræðulig byrjan hjá føroysku súkklarunum

Føroysku Rynkeby súkklararnir fingu eina heldur harða byrjan á túrin til Paris.

Føroysku Rynkeby súkklararnir fingu eina heldur harða byrjan á túrin til Paris. 

 

Tað skrivar heimasíðan hjá Team Rynkeby. 

 

Føroysku súkklararnir komu til Hirtshals leygarmorgun, og koyrdu síðani við bussi til Padborg, har teir byrjaðu túrin á súkklu seinnapartin. 

 

Men byrjanin gekk ikki sum ætlað. 

 

Teir fingu ógvuslig æl omanyvir seg frá byrjan, og so byrjaði at ganga galið. 

 

- Teir næstu tímarnir fingu vit áleið 30 punkteringar, sum oyðilegði okkara rútmu, siga føroysku súkklararnir við heimasíðuna hjá Team Rynkeby 

 

Men hetta var ikki tað einasta, sum gekk galið. 

 

Tá ið teir høvdu koyrt í tveir tímar sóu teir eitt skeltið, har tað stóð "Vælkomin til Danmarkar". Tað vísti seg, at teir høvdu koyrt í ring í tveir tímar. 

 

Hóast stóran mótgang er liðið nú ávegis til Paris.