Ein 20 ára gomul dressurreiðkvinna, sum hevur sitið fongslað í Danmark, er í morgun leyslatin.
Ein dómstólur í Suðurkorea hevur latið leysan ryttaran Chung Yoo-ra, sum verður sett í samband við stóru politisku gøluna í landinum.
Tað skrivar Reuters.
Roknað verður sambært Reuters við, at ákærumyndugleikin fer at kæra úrskurðin hjá rættinum.
Chug Yoo-ra var til fyri stuttum í varðhaldi hjá løgregluni í danmark. Hon var fyrr í vikuni latin Suðurkorea.
Hon er dóttir ein av høvuðspersónunum í gøluni, sum førdi til, at fyrsti kvinnuligi forseti í landinum, Park Geund-hye, varð koyrd frá.
– Týdningarmestu prógvini eru fingin til vega, og luturin hjá Chung Yoo-ra í gøluni er kannaður. Tað er ilt at síggja, hví hon skal verða verandi í varðhaldi, verður sagt í niðurstøðuni hjá rættinum í Soul.
Mamma Yoo-ra, Choi Soon-sil, verður hildin at hava hjálpt forsetanum. Sambært ákærumyndugleikanum kravdu tær tvingsilsgjald frá fleiri virkjum fyri nógvar milliónir.
Pengarnir vórðu sambært ákærunum goymdar í einum týskum skuffufelag, sum Chung Yoo-r skal hava átt í.
Chung Yoo-ra verður skuldsett av suðurkoreansku myndugleikunum fyri millum annað at hava verið við til økonomiskan kriminalitet og harumframt fyri próvtøkusvik. Hon noktar seg seka í øllum skuldsetingum.
Tann 20 ára gamla suðurkoreanska kvinnan hevur fyrr vunnið gull við Asian Games á hestbaki.
Tá hon varð handtikin í Danmark, var hon har fyri at hyggja at hesti sínum, sum hon hevur havt stadandi hjá einum norðurjyskum hestaítróttarfelag.
Í fyrstu syftu stríddist Chung Yoo-ra ímóti at verða útflýggjað úr Danmark.
Hon fór rættarinnar veg, men 19. apríl kom ræturin í Aalborg til ta niðurstøðu, at hon skuldi útflýggjast.
Eftir at hava verið í samband við advokatar ogmyndugleikar í heimlandinum, gjørdi Chung Yoo-ra av í síðstu viku ikki at kæra málið til Eystara Landsrætt. Í staðin góðtók hon at verða útflýggjað.
Tann 20 ára gamla reiðkvinnan varð mikunáttina handtikin umborð á einum flogfari frá Amsterdam til Incheon í Suðurkorea.
/ritzau/