Tað segði forsetin í ICC, japanski dómarin Tomoko Akane, á ársfundinum hjá stjórnarráðnum í dómstólinum mánadagin.
USA hevur sett revsitiltøk í verk móti seks dómarum og trimum ákærum í ICC.
Hetta varð gjørt sum svar uppá kanningina hjá ICC av illgruna um ísraelsk krígsbrotsverk.
- Vit góðtaka ikki nakað slag av trýsti frá nøkrum, sigur forsetin í ICC.
Revsitiltøkini hava verið órógvandi fyri lívið hjá teimum raktu fólkunum, sigur forsetin, men stovnurin stendur fastur, lovar hon.
ICC hevur 125 limalond. Nøkur av heimsins størstu londum eru ikki við. Hetta er galdandi fyri USA, Russland, Kina og India.
Ritzau/Reuters











