Rætturin til fosturtøku er nú tikin av í USA

Hetta er eitt óhugsandi afturstig fyri rættin hjá kvinnum, siga tey, sum vildu varðveita rættin til fosturtøku, og forsetin sigur, at síðsta orðið er ikki sagt enn

 

Tey í USA, sum eru ímóti fosturtøku, stórfegnast í dag

Í dag hevur hægstirættur í USA tikið eina søguliga avgerð: Kvinnur hava ikki rætt til fosturtøku. Ístaðin fer tað at standa til hvønn stat sær at gera sínar egnu lóg um fosturtøku.

 

Tað eru níggju dómarar í hægstarætti og fimm av teimum atkvøddu fyri at avtaka rættin til fosturtøku, tí tað stendur einki um fosturtøku í amerikansku stjórnarskipanini.

 

 Tey, sum vildu varðveita rættin til fosturtøku, siga, at hetta er eitt óhugsandi afturstig fyri kvinnurættindi, men hinvegin er hetta ein stórsigur fyri krstna høgravongin í USA. Fleiri statir hava longu fyrireikað seg upp á at banna fosturtøku og í Missouri hava tey longu samtykt at banna fosturtøku, sigur DR.

 

Avgerðin hevur vakt ans í USA, og nógva staðni eru gøturnar longu fullar av fólki, sum mótmæla. Amerikanski forsetin, Joe Biden hevur kallað hetta skammiligt og sigur, at seinasta orðið er ikki sagt, tí nú fer hann at taka málið upp. Eygleiðarar stúra fyri avleiðingunum, tí tað verður mett, at hetta fer at kloyva amerikansku tjóðina í tvey.

 

Tey í USA, sum eru ímóti fosturtøku, stórfegnast í dag