Í Føroyum eru tvær ymiskar skipanir, tá tað snýr seg dagpengar vegna sjúku. Onnur er fyri tímalønt, og hin fyri starvsmenn og tey, sum sambært sáttmála hava rætt til løn undir sjúku.
Tímalønt missa løn HVØRJAFERD, tá tey gerast sjúk, meðan vit onnur fáa fulla løn undir sjúku og tað er órættvíst. Henda munin millum tímalønt og fastlønt hoyra vit sjáldan um.
Eisini er tað serliga møtimikið hjá tímaløntum at fáa útgjald undir sjúku, tí tey mugu senda læknaváttan og inntøkuváttan til Almannaverkið, áðrenn tey fáa útgoldið í mesta lagi 80% av eini arbeiðsmannaløn. Tvs., at 3 partar skulu involverast fyri, at tey fáa útgjald.
Arbeiðsgevarin endurrindar fyri 5 teir fyrstu dagarnir til almannaverkið.
Hetta eigur ikki at vera neyðugt! Tað skal vera eitt mál millum løntakara og arbeiðsgevara fyrstu 5 dagarnir, so tímalønt hava somu rættindi og møguleikar sum fastlønt.
Vit vilja:
- Virka fyri rættvísari sjúkradagsskipan, so tímalønt verkafólk fáa sama rætt sum fastlønt.
Øll skulu við.
Súsanna Bertholdsen, valevni Javnaðarfloksins til løgtingvalið













