Ragnar er havnarmaður, sonur Lenu, f. Isaksen, úr Klaksvík, og Conrad Joensen úr Havn. Ragnar er útbúgvin radiomekanikari og arbeiddi í fleiri ár á samskiftisdeildini hjá Telefonverki Føroya Løgtings, til hann í 1983 varð settur í starv hjá Sjónvarpi Føroya, sum tá var farið undir fyrireikingar til at senda alment føroyskt sjónvarp. Í nógv ár var Ragnar tekniskur leiðari, og hann má avgjørt roknast sum ein av teimum, ið vóru við til at leggja lunnar undir Sjónvarp Føroya. Ragnar er giftur við Svanhild, f. Christiansen úr Havn. Børnini eru: Malan, Tórun, Leivur og Bárður.
-red