Í Talentupptøkuroyndini í Hjørring luttók 12 ára gamli Ragnar Finnson úr Havn. Hann spældi lagið Good Riddence hjá Greenday, og hóast dómararnir vóru ójavnir á máli – Peter Aalbæk bað hann fara heim at eta spinat, meðan Martin Hall bað hann fara til Føroyar at byrja Føroya besta punkbólk – kom Ragnar Finnson, við tveimum atkvøðum fyri og einari ímóti, víðari í til undanumførini í Talent 2008.
Tað var ikki upprunaliga ætlanini hjá Ragnar Finnsyni at luttaka, men hann fór upp á pallin á Torginum í SMS, og sannførdi framleiðararnar av kappingini at hava seg við til eina upptøkuroynd í Danmark eisini. So væl kundi hugsast, at stórar vónir longu tá vóru til unga havnarmannin.
Upptøkuroynd
Ragnar Finnson greiðir frá, at hann ikki ordiliga roknaði við nøkrum tá ið hann kom niður til Danmarkar, hóast Blu, sum stendur fyri tiltakinum, trúðu so mikið nógv uppá unga havnarmannin, at teir vildu hava hann við niður til Danmarkar at luttaka.
- Tá eg hevði sæð nøkur av hinum, helt eg, at tað vóru heilt nógv, sum dugdu betur enn eg. So eg roknaði ikki ordiliga við at koma víðari, men tað var bara ordiliga feitt at sleppa at spæla fyri fólkið, greiðir Ragnar Finnson frá.
Tey sum sóu sendingina fríggjakvøldið minnast helst, at Ragnar bleiv rættiliga skakkur tá Peter Aalbæk, trýsti á reyða knøttin.
- Tað larmaði øgiliga illa, so eg bleiv nokk so kløkkur av tí. Tað var ikki at eg var bangin, men nógv meira larmurin, fortelur Ragnar.
Eftir framførsluna skuldi dómararnir avgera um framførslan rakk til at koma víðari.
- Eg minnist slett ikki hvat tey søgdu. Bara at Peter bað meg fara at eta spinat, og at hini vóru positiv. Eg minnis ikki alt tað sum Martin Hall segði, helt at hann bara segði ja, flennir ungi havnarmaðurin.
Telefonsamrøðan
Tá Ragnar Finnson kom út úr spælihølinum ringdi hann til systkinabarnið Hanus. Men eisini til ein annan vinmann.
- Tey høvdu sett tvær samrøður saman. Eg tosaði ikki bara við Hanus, men tað gjørdi DR1 tað til, sigur Ragnar Finnson.
Hanus var við á fundinum í vikuskiftinum og vildi fegin greiða frá søguni.
- Eg sat heima í sofuni tá Ragnar ringdi, eg bleiv eitt sindur kløkkur, men eg var ordiliga glaður. So eg skundaði mær at ynskja honum til lukku, sigur Hanus.
Punkari
Tey flestu hava eina fatan av punkarum sum nakrar týpur, sum altíð eru óðir og keddir, men tað heldur Ragnar Finnson als ikki.
- Fólk taka altíð feil. Tað eru EMO, sum eru kedd. Punkarar eru heilt øðrvísi. Men tað er nógv meira punktónleikurin, ið mær dámar. Ikki ordiliga hatta við tí harða lívsstílinum, men eg havi onki ímóti at vera kallaður punkari, sigur ungi punkarin.
Fríggjakvøldið
Hóast Ragnar Finnson var fullgreiðir yvir, at hann var komin víðari í kappingini, var hann sera spentur til sendingina.
- Steiki tað var feitt at síggja meg í sjónvarpinum, er fyrsta reaktiónin hjá Ragnari. Men hann greiðir víðari frá, at hann helt tað vera ordiliga stuttligt, at leggja merki til øll tingini hann hevði gloymt.
Sjálvur var Ragnar sjúkur fríggjadagin, og lá í songini tað mesta av degnum.
- Ongin var og vitjaði meg, men eg fekk øgiliga nógv sms, og ordiliga nógv ringdu. Tey góvust ikki fyrr enn á midnátt haldi eg. So tað var ordiliga stuttligt, sigur Ragnar Finnson.
Nógv eru góð
Sjálvur er Ragnar Finnson rættiliga hugtikin av nøkrum av hinum, sum luttaka í kappingini, men hann hevur enn ikki hugt eftir nakrari heilari sending.
- Mær dámdi ordiliga væl hin sum floytaði í hondini, men hinir lítlu japanararnir, sum spældu vóru eisini ordiliga góðir, sigur føroyska íkastið í Talent 2008.
Klárur til semifinaluna
Ragnar Finnson er komin víðari til semifinalurnar, og tað hevur við sær, at hann enn hevur eina rúgvu av loyndarmálum.
- Eg veit ikki enn, hvat eg fari at spæla. Men hevði eg vitað, hevði tað verið hemmiligt allíkavæl, men helst verður tað okkurt sum líkjist, sigur Ragnar Finnson.
So vit onnur kunnu ikki gera annað enn at gleða okkum til semifinalunar og vóna tað besta fyri 12 ára gamla havnardrongin.