Tað eru nógv sum hava til teitis at blaka fløskupostar á sjógv og tað eru ikki so fá vinabond sum eru knýtt uppá tann mátan.
Føroyar liggja soleiðis fyri, at tað er ikki óvanligt at fløskupostar reka á land er.
Nú ein dagin rak ein fløskupostur á Land í Sandvík. Ólavur Sigurheim er ein raskur drongur, sum sjálvdan er undir taki, tí honnum dámar best at vera úti og spæla. Og nú ein dagin hann var í mølini og spældi, fann eina fløsku í Hvalgjógv, sum hann tók upp og ætlaði at selja.
Men so varnaðist hann, at eitt pappír ar í fløskuni, so hann tók hana heim ístaðin.
Tá ið proppurin var skrúvaður av, vísti tað seg, at talan var um ein fløskupost. Men brævið var stutt. Tað segði bara, at fløskan varð tveitt í havi á positiónini 60 stig 12,253 norður og 4 stig 28,245 vestur.
Tey sum eru køn í siglingarfrøði, siga at hetta er einar 20-25 fjórðingar í ein útsynning úr Hetlandi. Sostatt hevur fløskan rikið einar 220 fjórðingar til Føroya.
Tann, sum stendur at hava blakað fløskupostin á sjógv er ein tvey ára gomul genta úr Selje í Noregi og Ólavur
fer nú at skriva til hennara at siga henni, at hann hevur funnið brævið.