Raka vinnulívið sum minst

Nú sparingar skulu setast í verk á Strandferðsluni, hugsar stjórin nógv um, hvussu vinnulívið í Suðuroy kann sleppa so snikkaleyst sum gjørligt

Stjórin á Strandferðsluni sigur, at hendan næsta tíðin skal brúka at eina nágreiniliga viðgerð fyri at vita, hvussu tey skulu spara ella finna meiri inntøkur fyri at raka ferðafólk og vinnulív minst møguligt.

Sum tað sæst í greinini omanfyri, skulu sparingar setast í verk á Strandferðsluni.

- Tað verður mest ferðafólk og vinnulív í Suðuroy, sum hetta fer at raka og tískil skulu tiltøkini, sum verða sett í verk, verða serstakliga væl umhugsað fyri ikki at raka privata brúkaran og vinnulívið í Suðuroy harðari enn allar hægst neyðugt, sigur stjórin á Strandferðsluni.

- Vit vilja helst sleppa undan at hækka prísirnar, men spurningurin er bara, hvat vit verða noydd til, leggur hann afturat.


Fastur oljuprísur

Ein máti at fáa játtanina at halda, er sjálvandi at oljan lækkar alsamt, men er vandamikið at dúva upp á tað og at arbeiða upp á ein væntaðan vinning, tí lækkar oljan ikki, mugu enn størri inntriv gerast seinni í ár.

Men í hesum sambandi roynir Strandferðslan nú at fáa eina avtalu við oljufelagið um ein fastan prís restina av árinum, so at stovnurin veit akkurát, hvussu stórar oljuútreiðslurnar verða.

- Nú sveiggini í oljuútreiðslunum eru so stór, hevði tað verið ein stór hjálp í arbeiðnum, at leggja raksturin til rættis, tí sum er, broytist oljuprísurin so nógv, at tað er sera tórført at meta um frammanundan, sigur Dánjal Andreasen.

Les eisini greinina: dýrari at sigla við Strandferðsluni.