Rakstrarútreiðslur á fíggjarlógini skulu ikki vaksa meira enn 1% um ári

Umsíðir er nógv umrødda uppskotið um fíggjarpolitiskt regluverk sent til hoyringar

Í samgonguskjalinum stendur, at “í breiðum politiskum semjum skulu vit tryggja búskaparliga haldførið og gera langtíðar rakstrar- og løguætlanir. Í hesum sambandi verður gjørt eitt fíggjarpolitiskt regluverk.”

 

Frágreiðingar frá Búskaparráðnum vísa, at fíggjarpolitikkurin ikki er haldførur, og mælir ráðið til eitt fíggjarpolitiskt regluverk.

 

Uppskotið fevnir um fíggjarlógina og hevur sum endamál at seta hámark fyri, hvussu nógv útreiðslurnar hjá landinum til rakstur kunnu vera. Fíggjarlógin kann ikki hava rakstrarútreiðslur, sum til samans eru meira enn 1% hægri enn rakstrarútreiðslurnar undanfarna ár, framskrivaðar við lønar- og prísvøkstri.

 

Uppskotið fevnir eisini um løgujáttanir og løgukendar játtanir hjá landinum, sum skulu vera í samsvari við løguætlan, sum Løgtingið hevur samtykt.

 

Uppskotið hevur ásetingar um, hvussu hámarkið skal verða ásett, og hvussu eftirlit skal verða við, at hámarkið verður hildið.

 

Ummælisfreistin er 15. oktober.

 

Uppskotið um fíggjarpolitiskt regluverk kann lesast her