Bergur D. Joensen
sóknarprestur
Fyri Fólkakirkjuna er tað vert at umhugsa, at Føroya biskupur verður áramálsettur.
Í sambandi við biskupsvalið havi eg borið uppá mál, hvat eg hugsi hesum viðvíkjandi, men skriftliga havi eg ikki borið nakað fram.
Her er eingin liðug meining, men eitt opið orðaskifti hevði helst verið gagnligt um hetta mál. Sjónarmiðini eru nógv, og talan er ikki um antin ella. Eingin skipan - heldur ikki nøkur leiðsluskipan í einki kirkju - er lítaleys.
Skriftin og søgan
Skriftin sigur einki um áramálseting av nøkrum kirkjunannar embæti – hvørki fyri ella ímóti. Hetta er tí mál, sum liggur undir okkara hugsan og evnum at døma um, hvat gagnar Fólkakirkjuni best, og hvat ikki.
Tað, Skriftin annars leggur dent á fyri einhvønn leiðara, er viljin at tæna heldur enn at ráða, og at seta seg sjálvan til síðis, um tað kann gagna Guds ríki. Tignin hjá einum biskupi er ikki valdi, hann hevur, men tænastan, hann hevur fingið litið til. Sum tænari hevur biskupur størri myndugleika, men samstudis eisini tyngri byrðar.
Úr kirkjusøguni vita vit, at stórar broytingar vórðu gjørdar viðvíkjandi biskupsembætinum í teimum luthersku kirkjunum í samband við reformatiónina. Hetta var gjørt vegna misbrúk av biskupsembætinum til egnan fyrimun í øldir. Eisini vita vit, at fleiri lutherskar kirkjur hava aðra biskupsskipanir enn okkara. Fleiri hava áramálseting eftir eini ella aðrari skipan, og í teirri donsku fólkakirkjuni verður tosað um at fara yvir til áramálseting.
Málið
Málið, sum her verður viðgjørt, er hetta: Skulu vit halda áfram við verandi skipan, har biskupur kann sita alla starvstíð sína, ella skal biskupsembætið áramálsetast eftir eini ella aðrari skipan.
Nú Fólkakirkjan er yvirtikið málsøki, hava vit bara ein biskup. Vit skulu nú ikki bara fáa ein biskup at fyrihalda okkum til, vit fáa eisini ein biskup við stórum myndugleika. Bara tær kirkjulógir, sum eru samtyktar á Føroya Løgtingið, geva biskupi rætt at taka endaliga avgerð í fleiri málum. Eingin kærumøguleiki er, og har eingin slíkur er, hvør vil tá siga frá síni ónøgd, um okkurt skuldi verið, og biskpur verður sitandi?
Í øllum viðurskiftum av týdningi fyri okkara lív og starv, vilja vit hava gjøgnumskygni. Vit vilja øll kenna okkum trygg, har vit eru. Hetta síggja vit sum mannrættindi, og er ikki til kjak. Vit hava sum borgarar t.d. rætt til alment innlit. Lógin um alment innlit fevnir eisini um Fólkakirkjuna. Henda lóg er komin fyri at geva okkum borgarum trygd í viðskiftum, sum viðvíkja okkum sjálvum. Men tá ið hægsta embæti Fólkakirkjunnar er fyri starvstíðina út, hvat gagnar tað, um tú ert komin í ónáðir og fært møgulig skjøl útflýggjað, men annars ikki fær gjørt nakað. Biskupur hevur rætt, er hugsanin ofta, tí hann hevur rættin. Og rættin skal hann hava at vera biskupur, tað er ikki tað málið er um. Men er tað rætt, at hann skal hava henda rættin alla sína starvstíð?
Tað er gott við øllum vælmeintum fólkum, sum vilja gera hetta og hatta, men hvørki Prestafelagið ella Felagið fyri kirkjuráðslimir kann gera tað nógva, tí hvønn lógartryggjaðan rætt hava hesi feløg mótvegis biskupinum? Tey hava ikki havt nógvan myndugleika, og við teirri føroysku skipanini, er biskupur bara vorðin enn sterkari á summum økjum, enn hann var.
Áðrenn var biskupur á jøvnum føti við fleiri aðrar biskupar, men nú er hann einsamallur. Og kann nakar upplýsa, hvussu nógvar kirkjur í heiminum, umboðandi eitt heilt fólk, hava bara ein biskup og tað fyri alla sína starvstíð?
Vegurin fram
Ein háttur at styrkja tignina um biskupsembætið og trygdina fyri tey, sum starva undir biskupinum, er áramálseting av biskupsembætinum.
Biskupur kann við eini ella aðrari áramálsseting verða valdur nakrar tíðaravmarkaðar setur, og verða tryggjaður embætið hann hevði, áðrenn hann varð valdur (um hann tá hevði nakað embæti…), ella hann kann verða valdur aftur uttan avmarking.
Orsøkir ímóti áramálseting
Tað eru orsøkir fyri at áramálseta biskupin, men fyrst eru tað nakrar orsøkir ímóti.
1. Hildið veður, at ”biskupsáramálseting kemur at skapa ov nógv stríð og spenningar, og at politikkur kemur í biskupsstarvið.”
Veruleikin er tann, at politikkur er altíð uppií, har leiðsla er – eisini í eini kirkjuleiðslu. ”Politikkur er at umsita vald.” Soleiðis ljóðar so ein lýsing, hvat politikkur er. Vald er tengt at biskupstarvinum, tí verður biskupur altíð politiskur. Og tað er tað einki galið við í sjálvur sær. Tvs., ein biskupur má døma um og taka avgerðir, sum embætið krevur av honum.
Við áramálseting verður tað ikki minnið stríð í Fólkakirkjuni, heldur øvugt, tí við møguleika at velja við nøkrum árum ímillum, fáa partarnir – báðir partar! – á ein góðan hátt luft fyri síni hugsan og rætt at koma til orðanna bæði so og so. Júst sum í biskupsvalinum, sum nú er fyri.
2. Sagt verður, at ”biskupsval við ármálseting kemur at krevja ov nógv av biskupskandidatunum, at teir orka illa meiri enn eitt umfar.”
Jú, tað krevur nógv til eitt biskupsval. Bæði av kandidatunum, av kirkjuráðunum og kirkjuligu fyrisitingini. Men eitt val gevur eisini nakað. Ja, tað gevur meira, enn tað krevur! Til, hvussu strævið tað er at hava biskupsval, kann verða sagt: Tað er stríðið vert!
3. Ført verður eisini fram, at ”biskupur nær ov lítið eftir 5 árum.”
Rætt er tað, at 5 ár ikki er long tíð, men hvør hevur sagt, at vit skulu hanga okkum í 5 ár. 5 ára starvstíð við møguleika fyri afturvali eina ferð, hevur verið eitt uppskot, eg havi havt. Bara eitt uppskot! Ein kann eisini siga 6 ella 7 ára starvtíð. Situr biskupur 5, 6 ella 7 ár við møguleika fyri afturvali eina ferð, er talan um 10, 12 ella heili 14 ár tilsamans. Og afturvaldur verður ein biskup, um hann ger sítt arbeiði til lítar. Eisini kundi biskupur sitið, sum tvey av biskupsevnunum skutu upp, eina 10 ára setu. Millum manna verður 10 hildið at vera ein góð starvstíð hjá stjóra í almennum starvi.
Situr biskupur 10, 12 ella 14 ár, vita vit, at hann kann náa nógv. Ein, sum einki nær eftir 10 árum, nær einki, hvussu nógv ár ein fær.
4. Eisini er at hoyra, at skal biskupur áramálsetast, so eigur próvstur/próvstar og prestar eisini at áramálsetast.
Tað kann væl vera, men ein og hvør veit, at tann, sum hevur myndugleikan í kirkjuni, hevur valdið í kirkjuni. Hava vit biskup við leiðaraevnnum, vita vit, at hvørki próvstur/próvstar ella prestar kunnu gera, sum teimum lystir. Men hava vit ikki biskup við neyðugu evnunum, kann alt nærum gera tað sama viðvíkjandi leiðslu Fólkakirkjunnar. Tað eru grundgevingar fyri at øll leiðarastørv Fólkakirkjunnar verða áramálsett, men hetta er ikki grundgeving fyri ikki at viðgera biskupsembætið fyri seg. Tí hetta embætið er nakað fyri seg.
Orsøkir fyri áramálseting
1. Við áramálseting kemur demokratiið í Fólkakirkjuni betri til sín rætt.
Kirkjuráðslimir hava fleiri sagt frá, hvussu glaðir teir vóru fyri teir fundir, sum vóru um landið, har høvi var at møta biskupskandidátunum. Sum kanska ongantíð áður í føroyskari kirkjusøgu hava vónir, ynski og ætlanir verið uppi at vent. Fólk eru vorðin kunnugari um biskupsvalevnini, og kirkjuráðslimir hava fingið høvi at sagt tað, sum hevur ligið teimum á hjarta viðvíkjandi kirkjuni.
Verður langt tíðarbilið til næsta biskupsval, kunnu ikki so lættliga fáa viðgjørt, um nú valdi biskupurin veruliga arbeiddi móti teirri stevnu, hann nú legði fyri kirkjuráðslimirnar ella ikki. Heldur ikki verður sami møguleiki hjá biskupi sjálvum at grundgeva fyri, hví hetta og hatta kanska gekk øðrvísi, enn ætlað. Men verður tíðarbilið ikki so drúgt til næsta biskupsval, verður áhugin fyri kirkjuni støðugt livandi, og týðandi mál ikki so lætt gloymd. Kirkjan hevur ikki minst gott av næstu árini, nú føroyska Fólkakirkjan verður skipað av nýggjum, at kunning verður givin, og høvi til samskiftið latið um kirkjunnar viðurskifti.
Í Føroyum hava ikki verið skrivað hirðabrøv til føroyska kirkjufólkið, sum vit kenna frá øðrum londum, heldur ikki er nøkur ársfrágreiðing um almennu støðu Fólkakirkjunnar verið skrivað í Føroyum…
2. Við áramálseting forða vit á ein góðan hátt fyri vina- og kenningapolitikki og øðrum maktmisbrúki.
Biskupur hevur sambært lóg rætt at taka avgerð í nógvum málum. M.a. velur biskupur persónar til uppgávur, har ávirkan fylgir við, og har samsýning kann verða givin.
Men ein biskupur kann – eisini um hann gevur lyfti um rættsinni í sambandi við vígslu sína – taka dagar ímillum. Fyrimunir kunnu tey fáa, sum standa honum næst. Freistingin kann vera at taka serlig atlit til ”sínar” veljarar, ”síni” viðhaldsfólk, ”sínar” vinir”, ja enntá ”sínar” prestar (orsaka meg!).
Fremmanda orðið fyri vina- og kenningapolitikk er neputisma. Í kirkjuni er eisini vandi fyri neputismu, tí at hava lyndi til at taka mest hædd fyri teimum, sum standa einum sjálvum næst, liggur okkum menniskjum nær – og summum nærri. Við ármálseting veit biskupur, at dømt verður um tað, hann ger, og at tað kann fáa fylgir.
3. Við áramálseting tryggja vit okkum, at vit hava tann biskup, vit hava valt.
Vit menniskju kunnu broytast. Aldur ger nakað við okkum, umstøður kunnu gera okkum veik, eins og hendingar kunnu broyta okkum.
Hvør sigur, at tann biskupur, vit valdu, verður verandi tann, vit valdu. Vit rokna við, at tað verður so og so upp undir eitt val, men hvat kann kirkjufólið gera, um pípan fær eitt annað ljóð?
Noreg fekk t.d. fyri nøkrum árum síðani ein biskup, sum var ímóti at signa samkynd og seta tey í prestatænastu, men eftir at hesin biskupur kom til vald, broytti hann støðu. Hvat kunnu veljararnir nú gera?
4. Við áramálseting forða vit á bestan hátt fyri at Føroyar fáa páva.
At biskupur hevur fingið so nógv vald, hann hevur í kirkju okkara, var ikki meiningin hjá hvørki Lutheri ella hinum reformatorunum. Teir óttaðust so nógv, at biskupar í evangelisk-luthersku kirkjunum skuldi koma at líkjast teimum katólsku, sum kendir vóru í Miðøldini, at teir tóku biskupsheitið frá teimum, og kallaðu teir superintendentar.
Vandi er fyri, at vit kunnu fáa eina bispakirkju í Føroyum, har biskupur hevur pávastøðu. Orsøkin, at danir ikki fingu erkibiskup, var júst fyri at forða hesum. Eingin skuldi kunna úttala seg einsamallur vegna alla kirkjuna – bara vegna sítt stift.
5. Við áramálseting fáa vit helst best burturúr leiðsluevnum kirkjunnar.
Eingin persónur hevur alt, men nakir persónar hava meiri enn tann eini. Verður biskup oftari skiftur út, enn hevur verið, er møguleikin størri, at meiri hendir Fólkakirkjuni at frama. Tað sum ikki kom við tí eina biskupinum, kom kanska við einum øðrum. Ein legði dent á hetta, annar á hatta. Júst tí gjørdist kirkjan ríkari. Eisini verður meiri nýhugsan og dynamikkur, har sama leiðsla ikki situr ov leingi. At sita ov leingi í sama starvi, hvussu góður ein er, er ein vandi í sjálvur sær. Ein biskupur kann grógva fastur í sínum starvi, hella seg til tey somu og koma í fastlæstan vana. Hann kann gerasta ein bremsa heldur enn ein stuðul.
6. Við áramálseting kundi onkur biskupur fingið eitt ynskiligari lív.
Tað kann meira enn so henda, at biskupur við árunum sjálvur kundi ynskt sær eina lættari arbeiðsuppgávu. Hetta er kanska ikki besta grundgevingin fyri áramálseting, men hon kann nevnast. Er áramálseting kann meira enn so henda, at biskupur sjálvur ynskir at koma í gamla sóknarprestastarv sítt aftur, ella hann velur at fara í annað starv, sum vit kenna frá øðrum lutherskum kirkjum.
Aðalskrivarin í Sudanmissiónini, har eg nú eri í starvi, fer í næstum í annað leiðarastarv í sama felagsskapi, og tann eini starvsfelagin hjá mær í Nigeria, hevur verið biskupur í somu kirkju, hann nú tænir sum lærari. Hvør fær seg til at siga, at størvini hjá hesum báðum ongan týdning hava fyri kirkjuna?.... - Ein fyrrverandi biskupur, kundi eisini verði ein fongur fyri føroysku Fólkakirkjuna á einum øðrum øki, um so skuldi verið.
Í Føroyum eru longu fleiri dømi um prestar, sum ynsktu stuðul um 60 ára aldur, og tí fingu hjálparprest. Hjálparbiskupur er ikki siðvenja í kirkju okkara. Hví skal biskup í hægsta embæti Fólkakirkjunnar við størstu ábygdini orka betri enn prestar kirkjunnar?
Til seinast
Grundgevingar kunnu vera ymiskar fyri og ímóti áramálseting av biskupsstarvinum. Hesir tankar eru fyri. Við eini ella aðrari áramálskipan, har biskupur kann veljast avmarkaðar ferðir aftur ella óavmakaðar, fáa vit, haldi eg, bestu leiðsluskipanina til elsta og størsta trúar- og siðgevandi stovn føroyinga.
Fólkakirkjan er fyri okkum, men er Guds ogn, men júst tí hon er Guds, mugu vit gera alt okkara, at innihald og limir hennara verða tryggjaðir best møguligt.
Nógv í Fólkakirkjuni er tengt at biskupsembætinum, bæði viðvíkjandi leiðslu, læru og lívi kirkjunnar, tí eigur hetta embæti at fáa eina serviðgerð í lógararbeiði kirkjunnar.
Tignin hjá einum biskupi er ikki valdi, hann hevur, men tænastan, hann hevur fingið litið til. Hvar tú so ert í Guds kirkju, so verður tú ongantíð meiri enn tænari.