Tað er um 20. mai, at teir ella tey, sum plaga at taka nátaegg, fara í bakkan. Í dag skriva vit 19. mai, og tá veðurútlitini til morgindagin ikki eru nakað serlig, vita vit á In.fo, at fólk hava verið í bakkanum í dag, bæði í Sandoynni og Skúvoynni.
Á slíkum ferðum er spennið gjarna rættiliga vítt millum hin elsta - og hin yngsta ella hina yngstu, sum henda dagin fyri nøkrum árum síðan, tá Anna Petra Petersen á Sandi var við. Tað er Anna, sum á myndini situr á einum bøkki dygst við eggina, púrasta rólig og ikki á nakran hátt óttafull um ørandi hæddirnar.
Myndin er tikin stutt norðan fyri Lonina, har sandoyingar - umframt at taka nátaegg - eisini hava roynt seg við frítíðarsíðing í nøkur ár. Bergið, har Anna Petra Petersen situr, er einar 300 metrar høgt, beint niður í sjógv.
Tað eru djørv fólk, sum eru við á ferðini, tá farið verður at taka nátaegg - heilt frá tí elsta til hina yngstu. Anna Petra Petersen er trygg við umstøðurnar, og tað er abbin - sum situr aftan fyri ungu gentuna - eisini.
Nú vit eru í tíðini, tá farið verður at taka nátaegg í bakkanum ella berginum, kunnu vit leggja aftrat, at fyrstu ferð, Anna Petra Petersen var í línuni, var hon bert sjey ára gomul. Henda dagin, viðhefta mynd er tikin, var hon eisini niðri í berginum og royndi seg sum hinir bjargamenninir.