? Hatta var ótrúliga stuttligt og vit høvdu eisini harðliga brúk fyri hasum úrslitinum.
Tað sigur Randi Kúrberg, sum í ár hevur spælt á strikuni hjá VÍF, eftir at hon í fjør bleiv føroyameistari sum málverji hjá Kyndli.
? Tað liggur ein stórur innsatsur aftanfyri, tí vit hava vant sera nógv, og nú vit høvdu tapt so nógvar dystir beint áðrenn, hevði tað stóran týdning at vinna, eins og sigurin á Neistanum í hálvfinaluni kom sera væl við, sigur sterka strikan hjá VÍF.
? Málið vit fingu í endanum av fyrra hálvleiki til 11-10 hevði stóran týdning, og vit vistu, at teir fyrstu tíggju minuttirnir av seinna hálvleiki fóru at hava ótrúliga nógv at siga, sigur Randi Kúrberg, sum heldur, at hennara lið sum heild hevði størri »gejst«.
? Vit vistu, at tær vóru blivnar eitt sindur kløkkar av reyða kortinum, sum málverjin hjá teimum fekk, og tað vildu vit útnytta, áðrenn tær rættiliga komu sær yvir skelkin.
Og sigast má, at tað eisini eydnaðist væl, tí VÍF tók seg upp á 19-11. Men so steðgaðu tær upp.
? Rutinan á liðnum var stutt og greitt ikki nóg stór til, at vit kundu halda muninum, og tá tær so tóku Ioanu og seinni eisini Jacklin úr spælinum, fáa vit trupulleikar. Eg eri ein av teimum eldru á liðnum, men eg eri inni á strikuni og kann tí ikki rópa so nógv, sigur Randi um tann partin av dystinum, har StÍF hótti við at strúka avstað við sigrinum.
Men javnleikur var tað nærmasta, StÍF kom, og VÍF slapp við skrekkinum.