Vart tú komin fyri at hoyra góðan tónleik, var Atlantis í Klaksvík leygarkvøldið rætta staðið. Limirnir í tónleikabólkinum Natlys vita, hvat teir gera og gera tað av fullum hjarta. Sjónligi eldhugin og fynduga sjálvspeiið gjørdu løtuna til eina uppliving í sær sjálvum. Men saman við høga tónlistarliga støðinum, gjørdist konsertin ein tónleikauppliving, út yvir tær vanligu. Eisini, ella kanska serliga, tí tað var óneyðugt við skráli, royki og morreyðum undirhaldi fyri at bjarga onkrum ivasomum tilfari í land ...
Íblástur av ymsum ættum
Natlys er settur saman av tveimum føroyingum, tveimum dønum og einum bulgara, men ongin ivi er um, at tað er danin Mikkel Chirstensen, ið er oddamaðurin í bólkinum. Við eini rødd, ið megnar meir enn eitt sindur av hvørjum og smáum, sjarmerandi søgum, leiddi hann áhoyarnar gjøgnum konsertina hetta kvøldið. Og kanska tað skuldi skiljast sum ein tvørtjóðarlig gestus, tá hann byrjaði við lagnum ?Godaften? við teksti eftir William Heinesen. Síðani fylgdi ein røð av egnum tekstum og tónleiki við íblástri av ymsum ættum, skiftandi millum melodiøsan popp, jazz, tungan rock og latínamerikanskar rútmur, kryddað við onkrum einstøkum cover-løgum.
Tankar á ranguni
Við Heinesen var tekstaliga støðið líkasum lagt, og har frá fór framførslan á flog við melodiøsu rútmunum í lagnum ?Om 30 år?. Ein tekstur, sum sambært sangaranum og teksthøvundanum varð skrivaður í einum herðindi av filosofiskari sjálvsrannsakan, tá hann fylti 30 herfyri. Evnið er gamalt, men við lyriskum tevi og tónleikaligum snøggleika glíða sorgblíðir tankar um, hvar núverandi og fyrrverandi unnustir, vinir og ein sjálvur eru um 30 ár, væl niður. Meir enn so.
Hóast egnu kompositiónirnar í løtum tóktust at líkjast nakað nógv, so hendi altíð okkurt nýtt, áðrenn nakar náddi at toyttast. Guitarsnillingurin Janus Kampmann átti bæði ljóførið, pall og áhoyrarar, tá hann slapp framat við síni Jimi Hendrix solo, og sannførandi tulkingin hjá Mikkel av ?It´s probably me? hjá bretska úrmælinginum Sting, minti meg á, hví eg ongantíð verði troytt av hasum lagnum.
Klaverspælið hjá Stamen Stanchev kom til sín rætt av nýggjum saman við tungu rútmunum í ?Vandet på vrangen?, sum á ein hátt var ein tilsiping til øll hini løgini. Tekstirnir hjá Natlys eru smáar hugleiðingar um dreymar og ynski, sum hjá teimum flestu verða verandi á ranguni, tí teir taka seg ikki nóg væl út á rættuni.
Inni undir frakkanum
?Um man eigur ein stóran frakka, kann man altíð finna uppá okkurt at gera, tá tað regnar?, kunngjørdi Mikkel argandi frá pallinum og fór í gongd við lagið ?Ind under frakken?. Spell, men hvat síðani hendi inni undir hasum frakkanum, máttu áhoyrarnir bara gita seg til. Tú hoyrdi snøgt sagt ikki orðini hesa løtuna, mest tí hølini í Atlantis eru ov lítil til tónleikaframførslur av hesum slag.
Men tað velja limirnir í Natlys kanska at taka við, tí teimum dámar best at spæla á slíkum smáum støðum.
- Vit taka hesa konsertferðina sum eina summaruppliving, og smáu spælistøðini eru ein stórur partur upplivingini. Tað er stutt sagt nógv stuttligari, tí tú kemur í tættari samband við áhoyrarnar, sigur Rógvi Borðoy, sum spælir elbass.
Men upplivingin hesuferð á ?bygd? steðgaði ikki í Atlantis, tí harfrá gekk leiðin niðan í Klaksvíkar Klubba at spæla til dans. Og um sangirnir um tankar á ranguni ikki fingu fólk út á dansigólvið, skuldi tað heldur ikki verið nakar trupulleiki, tí sambært Rógva telir skráin hjá Natlys ikki minni enn eini 150 løg.
Um Natlys
Bólkurin Natlys sá fyrstu ferð dagsins ljós fyri 7 árum síðani, tá Mikkel Christensen og Rógvi Borðoy byrjaðu at spæla saman. Hinir eru komnir afturat seinni. Teir tríggir Mikkel, Janus og Stamen eru yrkistónleikarar, meðan Rógvi og Daniel enn droyma um eisini at kunna liva av tónleikinum.
Natlys er í løtuni í ferð við at taka upp eina fløgu við egnum løgum, sum væntandi kemur út í vetur.
Hetta er aðru ferð bólkurin er á konsertferð í Føroyum.
Limirnir í Natlys eru:
Mikkel Christensen: sang/gittar
Janus Kampmann: elgittar
Stamen Stanchev: klaver/synthesizari/orgul
Rógvi Borðoy: elbass
Daniel Bach: trummur