Nú er minni munur millum tey bæði skotsku stórfeløgini Celtic og Rangers í landskappingini. Um vikuskiftið vann Rangers 3-0 á Inverness, meðan Celtic bert fekk javnleik burtur úr dystinum ímóti Dundee United. Celtic hevur verið langt frammanfyri Rangers, men nú minkaði munurin niður í fimm stig. Feløgini hava ein dyst eftir ímóti hvørjum øðrum, og hann verður spældur 15. februar.