Politikkur
Rani Nolsøe var á valevnalistanum hjá Tjóðveldisflokkinum til fólkatingsvalið, men hann er ikki at finna á listanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Norðoyggjum til løgtingsvalið. Hann var í uppskoti á onkrum av innleiðandi uppstillingarfundunum, men tá ið tað kom til stykkis, valdi Rani Nolsøe ikki at stilla upp.
?Eg havi valt at nýta mína orku upp á býráðsarbeiðið.?Eg havi nóg mikið at gera í býráðnum, og eg vil satt at siga heldur røkja hetta starv til fulnar, enn at royna meg í landspolitikki, sigur Rani Nolsøe.
Hann metir, at Klaksvíkin stendur frammanfyri so stórum broytingum, at hann vil nýta alla orku til hetta. Hann nevnir eitt nú, at ein komandi undirsjóvartunnil setir stór krøv til kommununa, samstundis sum kommunan enn ikki heilt er komin fyri seg eftir sváru kreppuna fyrst í nýtiárunum.
Rani Nolsøe ber tó ongan ótta fyri valevnalistanum hjá Tjóðveldisflokkinum í Norðoyggjum.
?Eg meti vit hava ein sterkan lista, sum eisini er ein góður javnstøðulisti, sigur Rani Nolsøe.
Rani metir tvey mál hava størstan týdning tey komandi fýra árini fyri Tjóðveldisflokkin.
?Fullveldi og at halda áfram við sama góða búskaparpolitikkin er altavgerandi fyri tey komandi fýra árini. Kunnu vit halda fram við somu samgongu, so er einki til hindurs fyri, at vit taka stór fet móti fullveldinum, sigur Rani Nolsøe.