Ránið í Húsagøtu kostaði dýrt

Teir báðir brøðurnir, sum í gjár stóðu ákærdir fyri rán móti einari kvinnu í Húsagøtu, fingu ávikavist 14 og 15 mánaðar fongsul.

Teir báðir brøðurnir, sum í gjár stóðu ákærdir fyri rán móti einari kvinnu í Húsagøtu, fingu ávikavist 14 og 15 mánaðar fongsul.

 

Revsingin liggur í undirkantinum av tí, sum ákærin mælti til, men kortini væl oman fyri tað, sum verjarnir vildu hava.

 

Verjarnir mæltu eisini til, at ein partur av revsingini gjørdist treytað, meðan ákærin kravdi treytaleysa revsing, og har gav dómarin ákæranum rætt.

 

Ákærin fekk eisini viðhald í, at talan var um rán heldur enn tjóvarí, og tí gjørdist revsingin so lutfalsliga hørð.

 

Ein hjásitari hjá órættaðu kvinnuni var eisini í rættinum í gjár, og hon legði fram endurgjaldskrav fyri mista arbeiðsinntøku, men av tí at kvinnan onga læknaváttan hevði um óarbeiðsførleika, var hetta krav burturvíst.

 

Báðir partar hava nú 14 dagar at umhugsa, um teir skulu skjóta málið inn fyri hægri rætt.