Rannvá og Aksel fáa stuðul

Bygma Balslev stuðlar nú tveimum spælarum í Havnar Badmintonfelag, Rannvá Djurhuus Carlsson og Aksel Poulsen

Badminton: – Frammanundan er Bygma Balslev ein stuðul hjá badminton, umframt øðrum ítrótti, men við at stuðla hesum báðum, kunnu vit geva teimum møguleikan at vinna seg fram. Eitt nú kunnu tey koma uttanlands at venja, sigur stjórin í Bygma Balslev, Bent á Lava, ið sjálvur hevur verið virkin badmintonspælari.
– Vit síggja, at eitt gott ungdómsarbeiði verður gjørt í Havnar Badmintonfelag, tí her er framgongd í, og tað eru øgiliga nógv, sum eru farin at spæla badminton, sigur hann.
Stuðulin kemur eisini væl við hjá teimum báðum badmintonspælarunum, ið síggja fyri sær, at hann kann geva nýggjar møguleikar.
– Nú hevur man okkurt annað at kempa fyri, tí eitt nú gevur stuðulin møguleika fyri onkrum uttanlandstúri, so tað ber til at menna seg meira, sigur 26 ára gamli Aksel Poulsen.
– Tá vit fara út at spæla aðrastaðni, fáa vit ordiliga at síggja, hvussu góð vit eru. Her spæla vit ímóti teimum somu alla tíðina, og tá verður tað meira soleiðis, at tú bara fert inn í eina rútmu, tí tað er tað sama alla tíðina. Tá gert tú tað sama alla tíðina og stendur í stað.
14 ára gamla Rannvá Djurhuus Carlsson er eitt av hesum fjølbroyttu ítróttarfólkunum, ið kann gera seg galdandi millum tey bestu í fleiri ítróttargreinum, men hon sigur, at nú hevur hon valt.
– Nú satsi eg upp á badminton, og hesin stuðulin kann hjálpa mær til kappingar uttanlands og sorðið, so tað kemur væl við, sigur Rannvá, sum gleðir seg til Senta FM í ítróttarhøllini á Hálsi mitt í apríl.
– Vónandi gongur tað væl, og tað hevur í øllum førum gingist væl hjá mær í Grand Prix-kappingunum í vetur.