KÍ kvinnurnar hava í dag spælt fyri aðru ferð í ársins europeisku meistarakapping. Í dag var mótstøðuliðið PAOK úr Tessaloniki úr Grikkalandi, og úrslitið var mundandi betri, enn tað var í fyrsta dystinum ímóti kypriotiska meistaraliðnum APOLLON, sum mánadagin vann 5-0.
Í dag var úrslitið 1-1, eftir at PAOK í fyrra hálvleiki var frammanfyri 1-0. Málið varð skorað, tá ið eitt korter var farið.
KÍ javnaði, tá ið seinni hálvleikur var seks minuttir gamal. Málskjútti var Rannvá B. Andreasen, sum setti bóltin í málið, eftir at Eyðvør Klakstein hevði sent innfyri við hornasparki.
Tølini siga, at grikska liðið hevði meiri trýst á mótstøðumálið, enn KÍ hevði. Í fyrra hálvleiki hevði PAOK fjúrtan royndir og KÍ eina, og eftir steðgin hevði KÍ tvær royndir og PAOK níggju royndir.
Síðsti dysturin hjá KÍ verður sunnudagin, tá ið mótstøðuliðið verður WFC Hajvalia úr Kosovo.
KÍ-PAOK 1-1 (0-1)
1-0: Georgiu 16.
1-1: Rannvá B. Andreasen 51.
KÍ: Ana Ivanov – Sigrid Jacobsen, Bára Klakstein, Ragna Patawary, Katrina Akursmørk – Olga Kristina Hansen, Gudny Johannesen, Malena Josephsen, Eyðvør Klakstein, Rannvá B. Andreasen - Hervør Olsen (Liljan Jacobsen, 93.)
Á beinkinum: Randi á Bergi, Lisa Joensen, Evi á Lakjuni, Maria K. Thomsen, Annika Petersen, Tóra Mohr
Gult kort: Bára Klakstein 26.
Venjari: Aleksandar Jovević