Ransin N. Djurhuus verður nú aftur at síggja sum dómari í bestu deildini í føroyskum fótbólti, eftir at hann hevur verið uttanfyri við skaða síðani eina skíferiu undan 2015 kappingarárinum.
- Tað er so í dag, at eg fari at døma Effofótbólt aftur. Hetta er mín fyrsti dystur síðan 19.10.2014, so tað er ikki frítt at man er spentur til uppgávuna, skrivar Ransin N. Djurhuus á Facebook í dag.
- Eg fari aldrin aftur á skíðferiu, segði Ransin N. Djurhuus í samrøðu við Sosialin undan kappingarbyrjan í ár.
Tað skuldi verða ein hugnaligur og stuttligur mannfólkatúrur til Italia, men skíðferðin gjørdist ein marra fyri fótbóltsdómaran Ransin Napoleon Djurhuus. Álvarsligur knæskaði hevur forðað honum í náa málinum um at gerast altjóða dómari.
- Eg vildi heldur verið hasa skíðferiuna fyri uttan og so verið FIFA dómari í dag. Tað er ongin ivi um tað, segði Ransin N. Djurhuus tá.
Hann skal í dag døma dystin á Skála millum Skála og ÍF.