Rás2 á Countryfestival

Rás2 sendir frá Countryfestivalinum í Sørvági í dag

 

Hetta vikuskiftið er stóri Countryfestivalurin í Sørvági. Føroyskir og útlendskir tónleikarar framføra á festivalinum, og millum kendu nøvnini eru Dick Van Altena, Billy Yates, Hallur Joensen, Vestmenn og Halleluja Sofus.

Rás2 vitjar á Countryfestivalinum í Sørvági í dag. Millum klokkan 16.00 og 20.00 verður sent úr Sørvági, og tað verður Evi Tausen, ið ger innsløgini.