Rás2 og Staðið FM samsenda steypafinalurnar

Lurtarar í Vestmanna fáa eisini høvið at hoyra dystarfrásagnirnar á Rás2

Lurtarar í Vestmanna fáa eisini høvið at hoyra Hilmar Jan Hansen siga frá Coca Cola steypafinaluni hjá kvinnum millum VÍF og Neistan, sum byrjar klokkan 13.30. Og teir fáa eisini høvið at hoyra Trónd Arge siga frá Coca Cola steypafinaluni hjá monnum millum H71 og Neistan, sum byrjar klokkan 16.

 

Staðið FM 101 og Rás2 fara at samsenda frá klokkan 12, tá upptaktin til dystirnar byrjar.

 

Staðið FM 101 og Rás2 hava gjøgnum veturin roynt leistin, har samsent verður, serliga frá dystum har VÍF er annað liðið.