Í dag frá klokkan 13 til 15 sendir Rás2 beinleiðis frá stóra tónleikatiltakinum, »Mítt Land«, á Amager í Keypmannahavn.
Tiltakið byrjar í dag klokkan 17, tá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, fer at seta festivalin. Og klokkan 17:30 verður fyrsta framførslan við Killer Jane.
Eisini í morgin fer Rás2 at senda frá »Mítt Land«. Sent verður frá klokkan 15 til 19.
TRÝST HER fyri at hoyra Rás2