Rás2, VoxPop og Kiss FM leggja saman

- Ætlanin við samaleggingini er at gera øðrvísi og betri útvarp á øllum trimum útvarpsflatunum, siga Rás2 og Vox Entertainment í tíðindaskrivi.

Útvarpsrásirnar Rás2, VoxPop og KissFM hava gjørt av at leggja saman. Tað merkir, at sama felag framyvir fer at reka tær tríggjar útvarpsrásirnar, Rás2, VoxPop og KissFM. Tað eru dóttirfelagið hjá Sosialinum, Sp/F Miðlavarpið og Sp/F Vox Entertainment, sum nú hvør eiga 50 prosent í nýggja felagnum.

 

Ætlanin við samaleggingini er at gera øðrvísi og betri útvarp á øllum trimum útvarpsflatunum. Endamálið er greitt at gera útvarp til lurtararnar og útvarp til tíðirnar, sum eru nú. Við trimum útvarpsflatum kemur nýggja felagið at hava enn størri møguleika at raka teir ymiskum málbólkarnar í samfelagnum til gagns fyri bæði lurtarar og lýsarar. Hetta letur eisini upp fyri, at tað í størri mun verður lurtarin, sum sleppur gera av, hvat hann vil hoyra.

 

Endamálið við samanleggingini er eisini, at feløgini arbeiða saman heldur enn at kappast. Saman standa feløgini sterkari í kappingini á lýsingarmarknaðinum. Nú løgtingið hevur í umbúnað at broyta lógina um kringvarp soleiðis, at Kringvarp Føroya ikki verður so aktivt á lýsingarmarknaðinum, síggja feløgini møguleikar í eini sterkari privatari útvarpsstøð við trimum útvarpsrásum.

 

Sum er hoyrist Rás2 meginpartin av landinum og á netinum, meðan VoxPop og KissFM hoyrist í Tórshavn, á Skálafjørðinum og á netinum. Fyrsta stóra betringin verður, at VoxPop og KissFM innan fáar dagar eisini verður at hoyra í Klakvsík.

 

Fyribils fram til nýggjárs fara tær tríggjar útvarpsrásirnar at senda eftir nøkurlunda sama leisti sum higartil. Ein arbeiðsnevnd er farin til verka at gera eina størri ætlan fyri allar tríggjar rásirnar og munandi broytingar í skrá, sendingum og senduflatu fara at verða gjørdar longu frá fyrst í komandi árið, tá eisini nýggjur stjóri verður settur til rásirnar.

 

Tað siga Rás2 og Vox Entertainment í tíðindaskrivi, sum júst er sent miðlunum.

 

Á myndini eru Petur Slyne, Jonhard Hammer, Rúni Djurhuus og Eirikur Lindenskov.