Rasmus er føddur tann 9. august í Soylu heima á Sandi. Foreldur hansara vóru Jógvan og Anna Poulsen.
Rasmus er giftur við Sannu sum er ætta úr Uttastovu yvuri í Trøðum.
Tey fingu 4 børn Annfinn, Jóhan Petur, Sunneva, og John. Síðan hava tey 13 abbabørn og 13 langabbabørn.
Rasmus bygdi sær hús heima á Sandi, tad er tætt við tað sum verdur kalla í Soylu, seinni fekk hann sær hetta sum eftirnavn.
Sum 16 ára gamal fór hann til skips við sluppuni Isabellu.Undir krígnum sigldi hann vid fiski til Onglands.
Tá seinnið heimsbardagi endaði var hann i Aberdeen. Har var gott lag á fólki, og teir fingu gódan prís fyri lastina teir høvdu selt beint áðrenn tey góðu boð.
Eftir kríggjið sigldi Rasmus við einum tyska trolarinum Rodrico, har hann var ein av teimum 21 føroyingum sum vóru við.
Tá útróðurin tók seg upp yviri í Føroyinga havnina, fór hann sum formaður við einum Nordafar báti at rógva út, og tad sigst at væl lá fyri. Rasmus var tilsamans 14 ár í Føroyinga havnini.
Tá Rasmus gavst í Grønlandi, var hann ein av teimum sum bygdu havnina á Sandi. Eftir at havnin var liðug, keypti hann ein Nordafar bát, kallaður Snaranes, hesum báti róði hann út vid til hann føldi at hann var ov gamal til at rógva út einsamallur, tá var hann 75 ára gamal.
Rasmus hevur roynt eitt og hvørt. Hann fekk møguleika at fara vid sluppuni Jóhannu til Keypmannahavnar, har 50 ára minningarhald var fyri tysku hersetingini var hildin.
Rasmus og Sanna hava verdi virkin inna kirkju og missiónshúsið heima á Sandi í mong ár.
Konan og børn vid familju ynskja honum hjartaliga tillukku vid degnum, og takka honum fyri alt hann er og hevur verði fyri okkum.
Føðingadagurin verður hildin hósdagin tann 9. august í missiónshúsinum á Sandi kl. 18.00, øll sum vilja heilsa uppá Rasmus eru hjartaliga vælkomin.