Føroya Skúlabókagrunnur hevur í samstarvi við Hagstovu Føroya givið út Árbók fyri Føroyar 2004, sum bók við fløgu. Í árbókini er nýggjasta hagtalstilfarið um føroyska samfelagið við enskum undirteksti. Tær mongu frágreiðingarnar og talvurnar geva eina fjølbroytta mynd av samfelagsumstøðunum í Føroyum. Sum nakað nýtt eru fleiri farmyndir við, ið greidliga lýsa ávís viðurskifti. Ein fløga fylgir við bókini, har allar talvur eru at finna sum pdf- og excel-fílar.
Árbókin, sum er almenna hagtalsverkið fyri Føroyar, er ein sera hent handbók hjá politikarum, fyrisiting, fakfelagsfólki, stovnum, fyritøkum, fjølmiðlum, feløgum, lesandi og ikki minst skúlum. Fløguút-gávan, ið fylgir við árbókini, ger, at tað ber til at arbeiða við tølunum á teld-uni.
Her kunnu øll samfelags-áhugað kunna seg um mong ymisk viðurskifti, t.d. íbúgvaviðurskifti, fiski-vinnu, landbúnað, ídnað, kommunuviðurskifti, almannamál, kirkjumál, heilsuverk, mentanar-virksemi. Aftast í bókini eru leitorð.
Til skúlabrúks gevur Føroya Skúlabókagrunnur út frálærutilfar til árbókina. Talan er um 13 smærri hefti við ymiskum uppgávum og frágreiðingum til nøkur av høvuðsevnunum, ið eru at finna í ár-bókini. Heftini eru ætlað fólkaskúla, miðnámsútbúgvingum og til framhaldslestur. Tey eru ein góð hjálp til betur at skilja hugtøk og taltilfar. Bøkurnar Samfelagsfrøði 1 og 2 og Tit bygdu hetta land venja næmingar at viðgera, meta um og taka støðu í samfelagsspurningum, samstundis sum tær lýsa søguliga baksýnið. Til hesar bøkur er árbókin ein góður stuðul.
Talvurnar í árbókini hevur Hagstova Føroya skipað fyri. Føroya Skúlabókagrunnur stendur fyri útgávuni. Ingi Joensen hevur gjørt permumyndina. Hestprent hevur umbrotið og prentað. Árbók fyri Føroyar 2004 er 330 blaðsíður og kostar 248 krónur, íroknað fløguútgávuna. Árbókin fæst til keyps í øllum bókabúðum.