Reagan best umtóktur

Ronald Reagan er framvegis best umtókti forsetin, sum amerikanarar hava havt. Mánadagin - á árliga Presidents Day - fer USA aftur at tilnevna best umtókta forsetan. Sambært eini meiningakanning, sum gallup.com endurgevur, er tað serliga Ronald Reagan, sum amerikanarar senda sínar heitu tankar til. Tveir av 10 amerikanarum halda nevniliga, at Reagan er besti forseti í amerikansku søguni.

Við sínum 19% liggur hann væl framman fyri ?avbjóðaran?, Abraham Lincoln, sum 14% halda vera hin besta. Á triðja plássi liggur Bill Clinton við 13% - og ikki fyrr enn á einum fjórða plássi kemur John F. Kennedy við 11%. Landsins fyrsti forseti, George Washington, er á einum fimmta plássi við 10%.

Núverandi forsetin, Barak Obama, verður tikin av Franklin Roosevelt. Bert 5% av teimum spurdu halda, at Obama er besti forseti í amerikanskari søgu.

Ronald Reagan, Abraham Lincoln og John F. Kennedy hava ligið fremstir í røðini í átta spurnarkanningum seinastu 12 árini.

Undanmaðurin hjá Barak Obama, George W. Bush, er á einum tíggjunda plássi í røðini yvir best dámdu forsetar í USA gjøgnum árini - við einans 2%.