Ronald Reagan vísti tekin um demens longu, áðrenn hann fekk staðfest Alzheimer-sjúkuna og hann enn sat sum forseti.
Granskarar royna alla tíðina at finna útav, hvussu tað skal bera til at uppdaga demens so tíðliga sum gjørligt, og ábendingar eru um, at málsligar broytingar hjá einum fólki kunnu vera eitt hent amboð.
Granskarar við Arizona State University hava granskað Ronald Reagan, sum var forseti í USA frá 1981 til 1989. Hetta hava teir gjørt, tí tað finnast prentaðar útgávur av øllum røðunum, hann helt í embætistíð síni sum forseti.
Roland Reagan var 69 ára gamal, tá hann tók við sum forseti, og hóast hann í 1993 fekk staðfest Alzheimers-sjúkuna, vilja fleiri vera við, at hann var sjúkur langt áðrenn tað.
New York Times skrivar, at granskararnir hava samanborið tíðindafundir hjá Reagan við teir, George Bush hevði. Bush var 64 ára gamal, tá hann bleiv forseti, og higartil hevur einki bent á, at hann hevur nakra demenssjúku.
Fyri at samanbera málbrúkið hjá teimum báðum og serliga at staðfesta sjálvt smáar munir, hava granskararnir við Arizona State University brúkt eina serliga algoritmu.
Tað eydnaðist teimum ikki at finna nøkur avgerandi frávik í málbrúkinum hjá George Bush, men hjá Ronald Reagan vóru fleiri dømi um, at hann ofta endurtók orð og yvirhøvur brúkti færri orð til at siga tingini. Og serliga vant hetta upp á seg ímóti endanum á embætistíð hansara sum forseti.