Spanska stórfelagið hevur beina kós móti hálvfinaluni í Copa del Rey eftir 1-0 sigur á Espanyol í fyrra dystinum.
Real Madrid fer eftir at vinna allar kappingar, teir eru við í, og týsdagin tók spanska kongafelagið enn eitt stig móti samlaðum sigri í sponsku steypakappingini.
Á útivølli í Barcelona vann Madridfelagið 1-0 á Espanyol í fyrsta dystinum í fjórðingsfinaluni í Copa del Rey.
Vanliga plaga tey stóru feløgini at spara tær størstu stjørnurnar í slíkum dystum, men Real Madrid hevði bæði Christiano Ronaldo, Gareth Bale og Karim Benzema í byrjunaruppstillingini móti Espanyol, og síðstnevndi var serligur vinningur. Tað var nevniliga Benzema, ið skoraði einasta málið í dystinum.
Eftir 25 minuttir leyp Karim Benzema upp og skallaði bóltin i málið.
Tað er returdystur á Santiago Bernabeu um eina viku.