Mark Hughes, sum er manager hjá Manchester City, er ósamdur í, at tað er ósunt fyri fótbóltin, at Real Madrid nú í eina viku hevur goldið tilsamans 1,2 milliardir fyri Kaká og Ronaldo. – Tað kann væl stimulerað marknaðin. Hetta setir nógvar pengar í umferð, so marknaðurin verður helst meira áhugaverdur nú, sigur Mark Hughes.