Stóru fótbóltsdeildirnar í Evropa eru nú farnar í gongd aftur, og um vikuskiftið byrjaði eisini spanska La Liga. Meistararnir úr Real Madrid fingu ikki trý stig í fyrsta dystinum, sum teir helst høvdu ætlað sær. Heima á Santiago Bernabeu fingu teir 1-1-javnleik ímóti Valencia.
Real Madrid fekk annars eina flúgvandi byrjan, tá ið Gonzalo Higuain eftir bara níggju minuttum legði teir á odda 1-0. Stutt fyri hálvleik javnaði Jonas fyri Valencia, tá ið hann stútaði eitt frísparksinnlegg í málið. Hóast Real Madrid hevði eitt stórt trýst í seinna hálvleiki, so megnaðu teir ikki at fáa mál og teir máttu taka til takkar við eina stiginum umvegis ein 1-1-javnleik.
Á heimavølli fekk FC Barcelona eina dreymabyrjan upp á kappingarárið. Teir vunnu 5-1 ímóti Real Sociedad. Carles Puyol legði FC Barcelona á odda, men Real Sociedad javnaði stutt eftir. Við tveimum málum sendi Lionel Messi tó FC Barcelona á sigurskós longu tá ið eitt korter var farið. Pedro og David Villa staðfestu ein 5-1-stórsigur til FC Barcelona, sum tískil má sigast at hava fingið eina dreymabyrjan upp á La Liga.